U-landsliðini venja dúgliga

ítróttur21-05-2019 - 15:01 - Jóanis Albert Nielsen

HSF: Øll ungdómslandsliðini í hondbólti eru altíð serliga virkin í summarmánaðunum og hetta summarið er einki undantak, tí stórar kappingar liggja fyri framman. 

Síðsta vikuskiftið vóru øll fimm ungdómslandsliðini hjá Hondbóltssambandinum í gongd, og at kalla øll vikuskiftir eru bókaði við venjingum fram til tey av álvara skulu royna seg.

U17-landsliðið við monnum skal til EM-kapping í Svøríki í døgunum 1. til 5. juli. Hetta er fyrstu ferð, at hesin aldursbólkur skal vera við í altjóða kapping.

Um miðjan juni, frá 15. til 21. juli, skal U19-landsliðið við kvinnum taka lut í HM-kapping í Litava. Fleiri av leikarunum eru lyklaleikarar í bestu kvinnudeildini í Føroyum, umframt at nakrir spæla uttanlands.

Í august skal U17-landsliðið við kvinnum spæla HM-kapping í Georgia. Leikararnir royndu seg á fyrsta sinni í altjóða kapping í fjørsummar.

Einasti aldursbólkur, sum onga kapping hevur í summar, eru leikararnir, sum eru føddir í ár 2000. Teir skulu í næsta ár taka lut í HM-kapping fyri U20-landslið.

 


U19


U17