Um bókina Leyp á bláman hjá Kitty May Ellefsen

mentan04-12-2020 - 15:18 - Jóanis Nielsen

Sonne Smith:

Um bókina "Leyp á bláman" hjá Kitty May Ellefsen, Hotel Hilton Garden Inn, hóskvøldið 3. desembur 2020

"Várið og summarið 2020 hava vit sæð fleiri og fleiri dyppa á sjónum.

Eg havi verið og vitjað í fleiri bygdum í Suðuroynni, Vágum, Eysturoynni og Streymoynni, umframt í Klaksvík. Og allastaðni har eg komi, siga tey, ið dyppa, tað sama. Tað følist gott at dyppa, tú sleppur av við strongd, tú verður betur fyri, tú vaknar, tú finnur frið eina løtu, tú fegnast.

Men, hvat sigur granskingin um hetta at svimja á sjónum? Og hvat er sjógvurin fyri nakað? Hví er tað gott fyri teg at dyppa á sjónum? Er sjógvurin skitin?

Hetta eru nakrir av spurningunum, eg havi leitað mær vitan um, og sum eg skrivi um í hesi bókini"

---

... skrivar Kitty May Ellefsen á permuni aftanfyri í nýggju bókini hjá sær "Leyp á bláman".

Og hon – Kitty May – hevur veruliga leitað væl eftir vitan um fyribrigdið at leypa á bláman, at svimja á sjónum, at dyppa.

Kitty May og eg høvdu eitt prekoronusamstarv, áðrenn sóttin fór at herja um allan heim – eisini í Norðurkorea og Russlandi. Kitty May bað meg tá á sínum virkisøki halda skeið í føroyskum, og tað lukkaðist sera væl. Tó, sóttin feldi hennara ætlanir um at halda fram við hesum skeiðsvirksemi, eisini úti um landið.

Hon læt seg kortini ikki taka av fótum, og ein dagin sendir hon mær boð á Messenger og skrivar, at eg skal rættlesa hennara næstu bók. Sjálvandi játtaði eg alt fyri eitt, hóast eg ikki visti, hvat hetta var fyri ein bók, hon nú var farin at skriva. Henda, hennara triðja bók.

Men so brádliga kemur handritið: "Leyp á bláman".

Eg hvakk við, tí hvussu bert tú teg at við at skriva eina heila bók um at leypa á bláman? Taka nøkur tøk og síðan skultrandi renna inn í eitt neyst ella okkurt interimistiskt skýli av onkrum slag onkustaðni í onkrari møl.

At leypa á bláman, svimja á sjónum er gamalt her á landi. Tað var heilt vanligt at svimja á sjónum ella í hylum, sum bygdarsamfeløgini høvdu kosið sær at svimja í. Sjálvur lærdi eg átta ára gamal at svimja í Fosshyli í Sandavági, og eg svam meira enn einaferð av sandinum í Sandavági heilt út til kaina. Á Tvøroyri svumu vit í Oddanum í Trongisvági og tvørtur um fjørðin frá Tanganum og yvir í Líðina og heimaftur. Vit smíðaðu okkum flakar við húsi á og veruligari gron, róðu langt út á fjørðin og kavaðu av flakanum. Og øll kappsvimjing var á sjónum.

So, hvat nýtt er í hesum? Hvussu ber Kitty May seg so at við at skriva eina heila bók um at dyppa. At dyppa á sjónum allar árstíðir, allar ársins dagar, á morgni ella á kvøldi?

Jú, tað er tí, at hon er vorðin ein royndur dyppari sjálv. Hon hevur sum positivur sálarfrøðingur skrivað klummur um ferðirnar um landið við tí fyri eygað at dyppa, har hon er. Hon undirvísir í Hovi, hevur lutvíst skrivað hesa bókina í Fámjin og í Tjørnuvík. Hon hevur í tí sambandi dyppað í Hvalba, í Nesi í Hvalba og í Tjørnuvík. Og eina ferð, eg skuldi geva henni tey ráð at dyppa í Fámjin, svaraði hon: "Tað havi eg langt síðan gjørt!"

Eg loyvi mær at ivast í um Kitty May hevur dyppað í Sumba, og ger hon tað, skuldi tað ikki undrað meg, um hon róði suður á Munkafles og dyppaði har eisini.

Sjálvandi hevur hon dyppað í síni heimaoyggj, Vágum. Hon er miðvingur og skrivar um heimbygdina við kærleika og takksemi. Hon skrivar klummur og søgu um allar bygdirnar, hon hevur verið í, og ja, latið okkum ikki gloyma Gomlu Hoyvíkina og Sandagerð í Havn. Hon fer langt aftur í tíðina við tí, hon skrivar um valabygdirnar í Vágum. Hon fer eisini so langt aftur sum til forngrikska læknan Hippókrates, ið var føddur á oynni – nú frítíðaroynni – Kos í árinum 460 fyri okkara tíð og doyði í 370 fyri Krist í býnum Larisa. Hippókrates mælti øllum, ið høvdu atgongd til tað, at dyppa og svimja á sjónum. Tað var í hansara tíð sum í okkara tíð eitt tað heilsubesta, tú kundi gera.

Kitty May hevur haraftrat granskað seg fram til fleiri aðrar læknar, natúrlæknar, vísindafólk og frøðingar, ið øll sum ein fegin oysa av sínum royndum og vitan um tað at dyppa og svimja á sjónum. Hon vísir á vísindaligt tilfar, ið prógvar, hvussu gott tað er fyri okkum at leypa á bláman. Hon vísir á øll tey heilsugóðu evnini, sum eru í sjógvi, og hon mælir staðiliga og vísiliga á vandar, ið kunnu standast av at svimja á sjónum.

Kitty May hevur við sínum savnandi lyndi fingið fylgjarar. Hvussu nógvar, er ilt at siga, men hon fekk so Jákup Dahl í morgunsendingini hjá útvarpinum at leypa á bláman, ella rættari, hann fór sum damurnar, vinkonurnar hjá Kitty May, niðureftir og uppeftir stiganum á molanum í Gomlu Hoyvíkini og tók nøkur tøk. Tann annars orðaríki og stundum brasni langabbasonur Jákups Dahl próvst, bíbliutýðara, Jákup Dahl, útvarpsmaður, tagdi eina góða løtu. Hann sást skilliga standa og hugsa um, hvussu gott hetta var – at dyppa – og so kom hann fram við tí.

Í roynd og veru hevur Kitty May við sínum ótroyttiligu dryppandi átøkum til frama fyri tann heilsugevandi sjógvin fingið fleiri hundrað fylgjarar – so sanniliga ikki bara á Facebook. Hon hevur fingið ein dýrabaran vinaskara, sum hon als ikki vil vera fyri uttan.

Kitty May er beinleiðis atvoldin til, at fleiri politikarar og fólk, ið stillaðu upp til kommunuvalið tann 10. novembur inni á Skálafjørðinum, errin kunngjørdu, at har hjá teimum fara tey at reisa baðstovu og aðrar hentleikar og umstøður við sína longu strond við landsins longsta fjørð. Hon hevur skapt ein kult, eina rørslu.

Bókin "Leyp á bláman" er góð. Hon er hugtakandi í sínum lætta, beinleiðis máli. Hetta er ein bók, sum eg havi verið sera fegin um at rættlesa, tí eg varð alla tíðina altráður eftir at lesa, hvussu leikur fer í bókini.

Skal eg tora at brúka floskulin "Ársins jólagáva"?

Nei! Tað haldi eg ikki, tí tað verður sagt um næstan allar jólagávur ... Men! fært tú bókina "Leyp á bláman" í jólagávu, so hevur tú fingið eina av ársins jólagávum. Eina góða jólagávu.

Kitty May! Til lukku og uppiborna góða eydnu við bókini!