Um høvuðsorsøkirnar til meirkostnað av sjúkrahúsbygging

08-10-2019 - 16:23 - Jóanis Albert Nielsen

Landsverk: Meirkostnaðurin av H-bygninginum botnar í stóran mun í, at játtanin til útbyggingina stavar heilt afturi frá 2009. Sjúkrahús, sum verða bygd í dag, kunnu als ikki sammetast tøkniliga við tey, sum vóru bygd fyri 10 árum síðani. Viðvirkandi til meirkostnaðin er eisini, at tað í alt ov lítlan mun er tikin hædd fyri avleiddum verkætlanum í verklagslógini. Í útgangsstøðinum hava hesar einki við sjálvan H-bygningin at gera, men eru ein fortreyt fyri at fáa nýtsluloyvið til bygningin frá kommunala myndugleikanum.

Seinastu framrokningarnar av samlaða kostnaðinum fyri útbyggingina av Landssjúkrahúsinum vísa, at væntaði meirkostnaðurin verður stívar 152 mió. krónur. Hetta er komið fram í sambandi við drúgva kanningararbeiðið av verkætlanini, sum Landsverk setti í verk um ársskiftið, og sum nú er liðugt.

Heildarætlanin fyri útbygging og dagføring av Landssjúkrahúsinum hevur nógv ár á baki. Játtanin til H-bygningin stavar heilt afturi frá 2009, og í hesum tíðarskeiði er nógv hent. Sjúkrahúsbygging er torgreidd og undir leypandi broytingum, eins og krøvini til tøkni alsamt økjast. Alt hetta er við til at dýrka verkætlanina.

Somuleiðis gera onnur viðurskifti seg galdandi, sum eitt nú ov lág kostnaðarmeting frá byrjan, undirmettir ráðgevarakostnaðir og eyka krøv frá bygginevndini. Eisini líður verkætlanin undir, at ein játtan í 2016 lá heilar 38,5 mió. krónur frá tí veruliga fíggjartrørvinum tá.

Ein onnur týðandi orsøk til meirkostnaðin er, at tað ikki í nóg stóran mun er tikin hædd fyri avleiddum verkætlanum. Eitt nú loysnir av logistiskum avbjóðingum í B-bygninginum, sambinding við H-bygningin og umbygging í hesum sambandi, niðurtøka av C- og E-bygningunum, nýgerð av parkeringsplássum, innrætting av parkeringskjallara og goymslu, flyting og samskipan av funktiónum úr A- og B-bygningunum yvir í H-bygningin, reinsiverk, neyðstreymsverk, kt-trygdarrúm og skelting bæði uttanhýsis og innanhýsis.

Tá alt hetta so er sagt, eru eisini menniskjanslig mistøk gjørd, sum Landsverk hevur ábyrgdina av. Eitt nú vantandi fíggjarligt yvirlit.

Tíverri er tað ikki ókent, at skorið verður heilt inn á bein, tá játtanir verða latnar. Úrslitið gerst tí oftani, at verkætlanir koma inn á eitt skeivt spor frá byrjan orsakað av ov lítlari játtan, og neyðugt verður tí at koma aftur umaftur eftir fleiri pengum til alt tað, ið restar í fyri at fáa ein bygning, tunnil ella annað at virka sum ætlað. Hesi viðurskifti kunnu beinleiðis samanberast við tunnilsgerðir, eitt nú støðuna viðvíkjandi størstu verkætlanini í Føroya søgu higartil, nevniliga Eysturoyartunlinum. At hædd bert verður tikin fyri byggikostnaðinum av sjálvum tunlinum, men ikki vegagerðini og øllum tí, sum annars skal gerast á landi. Hetta áttu allir partir at lært nakað av, og framyvir lagt seg eftir at fingið alt við frá byrjan.

Tá ræður um fermetraprís, liggur kostnaðurin av H-bygninginum við avleiddum verkætlanum í løtuni á sløkum 38.000 krónum. Til samanberingar kann nevnast, at G-bygningurin kostaði slakar 32.000 krónur fermeturin, tá hann stóð liðugur í 2004. Umroknað til dagsprís hevði kostnaðurin fyri G-bygningin verið umleið 41.000 krónur fermeturin.


(Myndatekstur til grafisku myndina av Landssjúkrahúsinum ovast)
Útbyggingin av Landssjúkrahúsinum snýr seg ikki bert um nýggja H-bygningin fremst í myndini, men fevnir eisini um nógvar avleiddar verkætlanir. Hesar eru neyðugar at fremja fyri at fáa sjúkrahúsið at virka sum eina eind. Bókstavirnir á tekningini standa fyri nøvnunum á bygningunum, meðan tølini standa fyri teimum arbeiðum, sum millum annað eru neyðug at gera og eru partur av meirkostnaðinum. Hesi eru ein fortreyt fyri, at H-bygningurin kann fáa nýtsluloyvið frá kommununi og takast í brúk.