Um vikuskiftið verður sjøtul settur á bólkaspælið í steypakappingini

ítróttur09-01-2021 - 13:37 - Jóanis Albert Nielsen

Hjá monnum eru tað tey fýra liðini, sum spæla í meistaradeildini, sum fara at kappast, og hjá kvinnunum fer Ternan úr fyrstu deild at bjóða teimum 6 liðunum í meistaradeildini av. Kvinnurnar spæla í tveimum bólkum, har SÍ, KÍF og Fleyr eru í bólki 1, og Mjølnir, Dráttur, TB og Ternan í bólki 2.

Sunnudagin 10/01: TB-Ternan kl. 14.30
Sum nevnt, so hevur kvinnuliðið hjá Ternuni meldað seg til steypakappingina í ár. Ternan spældi í fleiri ár í Meistaradeildini - frá 2011 - men hevur ikki verið í ovastu røð síðani 2017. Ternan B, sum liðið eitur í 1. deild, hevur vunnið allar sínar dystir har. Liðið er mannað við eldri garvaðum flogbóltsleikarum so sum Birgit Guttesen, Katrin Olsen og Sóleyð Troleis.
Fyrsti dysturin hjá Ternuni verður sunnudagin á útivølli móti TB, sum hevur ment seg gjøgnum kappingarárið. Liðið er mannað við ungum og eldri leikarum, og ein av teimum sum ger góðan mun er Sólvá Dimon, sum er flutt heim aftur. Eisini er Julia Mortensen byrjað at venja aftur.
Stroyming frá dystinum, sum byrjar kl. 14.30, verður at síggja á Facebook-síðuni hjá TB flogbólti: TB-Flogbóltur
Allir hinir dystirnir – hjá kvinnum og monnum - verða spældir leygardagin.
Tveir av dystunum verða í Sørvági. Kl. 14 tekur kvinnuliðið hjá SÍ ímóti KÍF, og kl. 16 spælir mansliðið hjá SÍ ímóti ÍF.
Leygardagin 09/01 SÍ-KÍF kl. 14.00
Støðan í landskappingini hjá kvinnunum er tann, at SÍ liggur fremst við 29 stigum av 30 møguligum, meðan KÍF liggur næst aftast við 10 stigum. Sostatt kann SÍ tykjast at verða favorittur, men KÍF hevur tikið sett frá SÍ í ár, og sum øllum kunnugt, kann alt henda í steypakappingini.
Leygardagin 09/01: SÍ-ÍF kl. 16.00
Mansliðið hjá SÍ tekur ímóti ÍF. Verður hugt eftir landskappingini, er ÍF greiður favorittur. Teir liggja nr. 2 í landskappingini, og hava vunnið allar dystirnar, teir hava spælt ímóti SÍ í ár. Hóast munurin kann tykjast stórur, so hava innanhýsis-dystirnir verið javnari enn stigatalvan boðar frá.
Bæði ÍF og SÍ eru tiltikin steypalið. ÍF hevur spælt 12 og SÍ 15 steypafinalur síðani steypakappingin byrjaði í 2000. So hesi bæði liðini fara óivað at leggja nógv fyri at gera seg galdandi í kappingini aftur í ár.
Vegna herdu koronutilmælini verða dystirnir spældir uttan áskoðarar, men til ber at síggja dystirnar á facebooksíðuni SÍ volleyball: SÍ volleyball
Leygardagin 09/01: Mjølnir-Fleyr kl. 16.00
Hin mansdysturin er ímillum Mjølnir og Fleyr. Og her er styrkilutfallið, sum í dysinum omanfyri – Mjølnir hevur vunnið allar fýra dystirnar ímóti Fleyr hetta kappingarárið. Dysturin byrjar kl. 16.
Leygardagin 09/01: Mjølnir-Dráttur kl. 18.00
Dysturin, sum á pappírinum kanska er ringast at spáa um, er kvinnudysturin ímillum Mjølnir og Drátt. Liðini hava møtst tvær ferðir í landskappingini, og hava vunnið hvør sín dyst. So lagt er upp til ein spennandi dyst í Badmintonhøllini í Klaksvík leygardagin kl. 18.
Mjølnir plagar at stroyna sínar dystir á  Mjølnir - Menn og kvinnur