Undrast á koppsetingarætlanina

Politikkur06-01-2021 - 20:08 - Jóanis Albert Nielsen

Tað eru nøkur ting viðkoppingarætlanini í Føroyum, sum hava undrað meg. Til dømis; hví eldri, og fólk við kroniskum sjúkum ikki verða koppsett parallelt við heilsustarvsfólkini ? Tí havi eg sett nakrar spurningar hesum viðvíkjandi.

1. Nær er ætlanin, at fólk við kroniskum sjúkum, fólk á røktarheimum, sambýlum og bústovnum fáa í boði at verða koppsett fyrikoronu?

2. Hava kommunurnar og fakfólk í kommununum, sum varðandi av eldrarøktini, verið við íarbeiðinumat gera koppingarætlanina?

3. Hvat verður gjørt fyri at tryggja Føroyum nokk av koppingarevni,og hava føroyskir myndugleikar verið í samskifti við onnur lond enn Danmark um hetta?

4. Nær kann roknast við at hava nokk av koppingarevnitøkt til tørvin í Føroyum?

Í tilmælinum um koppingarætlan er víst á,hvussu tilgongdin at koppsetast raðfestir ymisku bólkarnar av fólki, sum fáa koppsetingina í boði. Víst er eisini á, at tilmælið byggir á tað, sum WHO tilmælir.

Tó síggja vit í grannalondunum, at fólk við kroniskum sjúkum og eldri fólk á røktarheimum og fólk, sum krevja røkt, verða koppsett parallelt við heilsustarvsfólkini, men hetta hendir ikki í Føroyum.

hesir uppklárandi spurningar til landsstýrismannin.

Tað sær út til, at tað gongur skjótari enn væntað at koppseta í grannalondunum, tóso at tað eisini verður víst á, at koppingarætlanirnar eru treytaðar av, hvussu nógv koppingarevni tað ber til at fáa.

Nøkur av grannalondunum eru í ES, onnur eru ikki, og ymiskt er, hvussu skjótt og hvørjar mongdir av koppingarevni londini fáa fatur á.

Tí er eisini áhugavert at frætta, hvat føroyskir myndugleikar hava gjørt fyri at útvega nokk av koppingarevni. Og at fáa greiðu á nær roknast kann við, at øll, sum ynskja tað, kunnu verða koppsett.

Sirið Stenberg, tingkvinna