Ungur ph.d-granskari skal tryggja støðufestið í grønu elskipanini

Vinna24-05-2019 - 08:40 - Jóanis Albert Nielsen

4 ára gamal ph.d-granskari, kannar, hvussu avbyrgda, føroyska elnetið verður støðugt, samstundis sum fleiri grønar, óstøðugar orkukeldur verða bygdar inn í elskipanina. Ungi granskarin fer í hesum døgum at leggja fram á tveimum ráðstevnum

Hon eitur Helma Maria Tróndheim. Hon er 24 ár og útbúgvin orkuverkfrøðingur. Og nú er hon í holt við eina slóðbrótandi ph.d-verkætlan um støðufestið í komandi føroysku elskipanini, sum skal grundast á 100 prosent grøna elorku í 2030, sum fyri ein stóran part er óstøðug orka.

Føroyar liggja avbyrgdar í Norðuratlantshavinum og hava ikki møguleika at keypa streym úr grannalondunum, tá okkara egnu varandi orkukeldur – eitt nú vindur og sól – ikki framleiða nóg nógv. Onnur lond – t.d. á evropeiska meginlandinum – hava í stóran mun møguleika at keypa streym frá grannunum, tá streymur restar í, og hesi lond, sum eru bundin í eitt stórt felags elnet, selja eisini hvørjum øðrum elorku.

Hendan møguleika hava vit ikki í Føroyum, og tí skulu vit syrgja fyri okkara egna tiltaksmátti (back-up), sum skal tryggja javnvág í nýtslu og framleiðslu hvørt sekund.

Tískil er sera viðkomandi í einari ph.d-verkætlan at seta spurningin: “Hvussu tryggja vit, at føroyska elnetið verður nóg støðugt, tá stórur partur av elframleiðsluni stavar frá óstøðugum varandi orkukeldum?”

Boðin á tvær ráðstevnur

Helma Maria Tróndheim er eldhugað, tá hon greiðir frá avbjóðingini, sum hon hevur tikið upp í ph.d-verkætlanini um støðufestið í grønu, føroysku elskipanini. Higartil í sínum granskingararbeiði hevur hon greitt tvær vísindaligar greinar úr hondum, sum hon skal leggja fram á tveimum ráðstevnum. Ungi granskarin hevur latið greinarnar inn til metingar, og var boðin at halda framløgu á báðum ráðstevnunum.

Fyrra ráðstevnan verður á Kreta undir heitinum “4th International Hybrid Power Systems Workshop”, og Helma Maria leggur fram 22. mai. Seinna ráðstevnan verður 4. – 6. juni í Aalborg undir heitinum “Cigre Symposium”, har cigre sipar til stórar elskipanir.

Í fyrru greinini viðger Helma Maria Tróndheim alt elnetið sum eina heild, har hon kannar, hvat bíligasta loysnin er við støði í einum ári. Grundarlagið fyri útrokningunum er ein prísur og veðurmáting pr. tøkni.

Í seinnu greinini er netið býtt upp í meginøkið og Suðuroynna, og tá er betri dátagrundarlag frá vindmátingum, orkutørvi, prísi o.s.fr. Lagt verður eisini upp fyri fleiri tøkniligum avmarkingum. Útrokningar verða gjørdar fyri hvørt ár fram til 2030.

- Soleiðis finna vit ikki bara út av, hvussu nógv av hvørjari orkukeldu vit skulu hava, men eisini nær tað loysir seg best at gera íløgur, greiðir Helma Maria Tróndheim frá.

Skulu finna røttu loysnina

Eisini viðger hon sjóvarfalsorkuna. Í fyrru greinini verður hugt at einum prísi, og møguliga framleiðslan er bert grundað á tann eina fjørðin. Seinna greinin viðger møguligar framleiðslur úr sjóvarfalli við støði í Vestmannasundi, Skopunarfirði og Leirvíksfirði, og prísirnir variera við árunum.

- Fyri at taka enn størri hædd fyri tøknini, so arbeiði eg nú við at taka fleiri tøknilig fyrilit. Tá fáast fleiri meira veruleikakend úrslit burturúr. Vit noyðast eisini at taka tann møguleikan við, at besta fíggjarliga loysnin ikki ber til tøkniliga, staðfestir Helma Maria Tróndheim.

Føroyar ganga á odda á orkuøkinum, og vit eru í stóran mun noydd til sjálv at granska møguleikarnar hjá avbyrgdum oyggjasamfeløgum.

- Tað er ikki møguligt at fáa slíka gransking úr øðrum londum, tí hon hon finst rætt og slætt ikki. Hetta merkir, at onnur lond, serliga oyggjasamfeløg, eisini hava áhuga fyri okkara granskingararbeiði, vísir Helma Maria Tróndheim á.

Hennara ph.d-verkætlan verður liðug í 2021, tá verður ungi granskarin einans 27 ár og kann prýða eg við einum doktaraheiti.

Verkætlanin er eitt samstarv millum SEV, Ålborg Universitet og Náttúruvísindadeildina á Setrinum. Helma Maria Tróndheim er sostatt innskrivað sum ph.d.-lesandi bæði á Fróðskaparsetrinum og Ålborg Universitet. Granskingarráðið, SEV og Setrið stuðla hesi áhugaverdu verkætlan.