Uppskot um nýggjan Fámjinstunnil við tilhoyrandi vegum í Løgtingið í dag

Politikkur07-11-2018 - 07:19 - Jóanis Albert Nielsen

Eitt av fleiri afturúrsigldum og vandamiklum ferðsluøkjum er farleiðin til Fámjins. Í mong ár hevur verið tosað um at bøta um hesa farleið, og fleiri og fleiri hava róð upp undir at gera ein tunnil millum Ørðavík og Fámjin í sambandi við ætlaða tunnilin millum Hvalba og Trongisvág. Tó tykist enn, sum at endaliga avgerðin vantar. Hetta byggir m.a. á seinasta svarið frá landsstýrismanninum í samferðslumálum upp á fyrispurning í Løgtinginum herfyri 2 / 3 (§ 52a spurningur nr. 8/2018) har hesin tykist stuðla ætlanini, men samstundis dregur á og tosar um, at ætlaða tunnilstoymið kundi verið sett at bora hendan tunnilin, les meira her.