Uppskot um sorgarfarloyvi fyri tingið

politikkur02-03-2021 - 21:33 - Jóanis Nielsen

Nú skal tingið atkvøða um, hvørt foreldur, sum missa eitt barn (18 ár ella yngri), skulu fáa loyvi til at fara í sorgarfarloyvi. Djóni Nolsøe Joensen hevur lagt uppskot til samtyktar fyri løgtingið.

Í Føroyum hava vit eina góða barsilsskipan, sum ger tað møguligt at vera burturi frá arbeiðsmarknaðinum, tá vit fáa eitt barn. Doyr barn í móðurlívi ella er deyðføtt, hevur tú somu rættindi, sum var tað livandi. Men doyr barnið seinni, hava foreldur eingi lógartryggjað rættindi til farloyvi.

- Foreldur, sum eru í tí vanlukkuligu støðu, at barn teirra doyr, handfara støðuna ymiskt. Summi hava tørv á at sleppa skjótt aftur til arbeiðis, meðan onnur ikki hava orkuna til tess og hava tørv á fráveru frá arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at tey kunnu vera heima og syrgja í eina tíð, sigur Djóni Nolsøe Joensen, sum hevur lagt uppskot til samtyktar fyri tingið um at seta í verk sorgarfarloyvi til foreldur, sum missa børn, sum eru 18 ár ella ynfri.

Í dag kunnu foreldur, sum missa eitt barn, verða loftað av ymiskum skipanum so sum dagpeningaskipanini. Tey kunnu eisini vera vard av sáttmálum og lógum so sum Starvsmannalógini ella Lóg um almannatrygd og tænastur, um tey annars uppfylla krøvini til uppihaldsveiting. Krøvini til at fáa fyribils uppihaldsveiting eftir Lóg um almannatrygd og tænastur eru m.a. at hvørki viðkomandi, sum søkir, ella hjúnafelagin skal hava inntøku av týdningi ella eiga ogn av týdningi, ið kann nýtast til at nøkta fíggjarliga tørvin.

Men fyri at verða loftað/ur av omanfyristandandi fyriskipanum, skal kommunulækni fyrst meta um, hvørt viðkomandi er so illa fyri, at tað er grundarlag fyri sjúkramelding. Í hesum sambandi er vælvild frá arbeiðsgevara eisini avgerandi.

Tað eru sostatt ikki øll, sum missa eitt barn, ið hava rætt til fyribils uppihaldsveiting, um tey hava tørv á at fara av arbeiðsmarknaðinum at syrgja í eitt ávíst tíðarskeið. Verða tey sjúkrameldað og fevnd av sáttmálum ella skipanum, skulu tey til fleiri ymiskar stovnar, útfylla fleiri skjøl og harafturat endurtaka mannagongdirnar upp til fleiri ferðir, um tørvur er á at leingja fráveruna.

Í Danmark varð sorgarfarloyvi til foreldur, sum missa eitt barn, sett í gildi 1. januar 2021. Við hesum fingu øll foreldur, sum fáa deyðføtt barn ella missa barn, áðrenn tað er fylt 18 ár, rætt til fráveru av arbeiðsmarknaðinum í 26 vikur við barsilspeningi.

- Endamálið við hesum uppskotinum er at tryggja foreldrum í Føroyum somu rættindini. Soleiðis verða øll foreldur, óansæð hjúnastøðu ella fíggjarstøðu annars, tryggjað rætt til sorgarfarloyvi í sambandi við miss av barni, sum er 18 ár ella yngri. Harafturat verður tað munandi smidligari og minni pappírsarbeiði hjá foreldrunum í einum tíðarskeiði, sum frammanundan helst er merkt av sorg og manglandi orku, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Uppskotssetarin heldur, at tíðin er komin til, at foreldur, ið missa børn, fáa lógartryggjaðan rætt til at syrgja í eitt ávíst tíðarskeið. Við hesum verður tað eins natúrligt at fara í sorgarfarloyvi, tá vit missa eitt barn, sum tað er at fara í barnsburðarfarloyvi, tá vit fáa eitt barn, vísir Djóni Nolsøe Joensen á.