
Úrvalsítrótturin fær slakar 2 milliónir krónur í 2021
ítróttur08-01-2021 - 12:58 - Jóanis Nielsen
Nevndin í Úrvali
hevur játtað 18 umsóknum tilsamans 1,87 milliónir krónur í stuðli til
úrvalsítróttin í 2021. Korona hevur við sær, at eingin almenn handan verður í
ár
Á
hvørjum ári metir nevndin í Úrvali um, hvussu úrvalsítrótturin skal stuðlast. Í
ár fáa 18 umsóknir játtandi svar, og tað eru umsóknir bæði til einstaklingar og
bólkar. Hægsta einstaka upphæddin er 400.000 krónur, og lægstu upphæddirnar eru
30.000 krónur.
Svimjingin
fær tilsamans 450.000 krónur. 400.000 krónur eru játtaðar Hondbóltssambandinum
til U19-landsliðið hjá monnum. Fimleikurin fær íalt 360.000 krónur, taekwondo
fær tilsamans 350.000 krónur, Flogbóltssambandið fær samanlagt 200.000 krónur
til U17/19 landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum – 100.000 krónur til hvørt
liðið – og frælsi ítrótturin fær tilsamans 110.000 krónur. Samanlagt er talan
um beinleiðis stuðul til 14 úrvalsíðkarar og 4 lið/bólkar.
Orsakað
av korona verður eingin almenn handan í ár við Jenisi av Rana, landsstýrismanni
í ítróttamálum, men landsstýrismaðurin veitir kortini ítróttinum eina stutta
heilsan.
-
Lívið í frástøðu hevur í stóran mun stolið frælsið frá okkum øllum í næstan
eitt ár, og hetta hevur eisini rakt ítróttin hart. Men tað er íbygt í okkum
menniskju, at vit altíð leita eftir vónini.
Tað
ber boð um eina sterka vón, at vit við úrvalsstuðlinum kunnu staðfesta, at
úrvalsítrótturin í Føroyum ikki er viknaður farna árið. Støðið er tvørturímóti
hækkandi.
Mín
vón er, at vit næstu ferð, úrvalsstuðulin skal handast, kunnu hava eina almenna
handan, og at vit tá aftur uttan avmarkingar kunnu fylkjast um virðismikla
ítróttin, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í ítróttamálum.
Nevndin
í Úrvali staðfestir eina góða gongd innan úrvalsítróttin, sum ber boð um, at
føroyskur ítróttur sum heild er í stórari menning.
-
Vit kunnu staðfesta, at støðið hjá okkara íðkarum er hækkandi. Vit síggja væl
skikkaðar umsøkjarar, hóast farna árið hevur verið trupult, og tað tykist sum, at
hópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur Ragnar
Joensen, nevndarformaður í Úrvali.
24
umsóknir komu inn um úrvalsstuðul í 2021, og søkt var um tilsamans fimm
milliónir krónur.
Úrval
- yvirlit yvir játtaðar umsóknir |
||
Íðkari/lið |
Sersamband |
Játtað |
U17/19 dreingir |
Flogbóltur |
100.000 |
U17/19 gentur |
Flogbóltur |
100.000 |
Rani Allanson
Dalsgarð |
Fimleikur |
150.000 |
Gunnvá Mørkøre |
Fimleikur |
30.000 |
Sólja Fei Muller |
Fimleikur |
30.000 |
Astrið Breckmann |
Fimleikur |
80.000 |
Aron D. Jacobsen |
Fimleikur |
70.000 |
Rebekka Fuglø |
Frælsur
Ítróttur |
80.000 |
Maria Biskopstø |
Frælsur
Ítróttur |
30.000 |
U19 menn |
Hondbóltur |
400.000 |
Signhild Joensen |
Svimjing |
150.000 |
Vár Eidesgaard |
Svimjing |
140.000 |
Róland Toftum |
Svimjing |
100.000 |
Bartal Eidesgaard |
Svimjing |
30.000 |
Yngri
úrvalssvimjarar |
Svimjing |
30.000 |
Høgni Kunoy Dávason |
Taekwondo |
150.000 |
Markus Davisson
Vazquez |
Taekwondo |
100.000 |
Oda Weihe |
Taekwondo |
100.000 |
|
|
1.870.000 |