Útblaking sambært KVF og útblaking sambært Norðlýsinum

13-11-2019 - 07:06 - Jóanis Albert Nielsen

Meðan fyrrverandi og núverandi tíðindaleiðarin í KVF, Liljan & Georg, stórfegnast um at hava fingið eitt videobrot frá ”floytublásara” umborð á Nærabergi, sum vísir fisk renna á sjógv frá Nærabergi, dugur Oliver Joensen, sum í meira enn 40 ár hevur verið blaðstjóri á Norðlýsinum, einki tíðindavirði at síggja í høvuðstíðindunum hjá KVF gjárkvøldi.

“Tað hevur sanniliga verið saknur í tær, Barbara Holm.. Røsk. Óalmindiliga røsk…. Skrivar Liljan Weihe á Facebook, meðan Georg L. Petersen, sum er virkandi tíðindaleiðari í KVF gevur ein “Tummil upp”.

Oliver Joensen, sum framvegis er blaðstjóri á Norðlýsinum, skrivar soleiðis í viðmerking til sama video, á sínum Facebook vanga, les meira her.