Útlánsvøksturin hjá føroysku peningastovununum er framvegis lágur

vinna20-11-2020 - 15:14 - Jóanis Nielsen

 Landsbankin:

Útlánsvøksturin hjá føroysku peningastovnunum er 1% við endan av triðja ársfjórðingi. Men verða útlánini frá donsku realkredittstovnunum tikin við, er útlánsvøksturin 4%. Landsbanki Føroya hevur givið út frágreiðing um fíggjarliga støðufestið í føroyska bankageiranum fyri triðja ársfjórðing 2020.

Vøksturin í útlánunum frá donsku realkreditstovnunum í 2020 er stórur, hann er 19% við endan av triðja ársfjórðingi, meðan útlánsvøksturin hjá føroysku peningastovnunum er 1%, sí mynd 1 niðanfyri. Hetta dregur samlaða útlánsvøksturin til føroyskar kundar upp, soleiðis at hann er 4% frá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum tilsamans.

Hóast vøksturin í útlánunum til vinnuna sum heild hevur verið lágur, hava útlánini til gisti- og matstovuvinnuna, flutnings- og goymsluvinnuna, umframt fastogn (millum annað íløgur í gistihús), verið veksandi seinastu árini og er framvegis tað. Í triðja ársfjórðingi hevur útlánsvøksturin ligið um 10% til bæði fastogn og flutnings- og goymsluvinnuna, og um 30% til gisti- og matstovuvinnuna. Vøksturin í útlánum frá føroyskum peningastovnum til føroysku vinnuna undir einum, er 2% við endan av triðja ársfjórðingi 2020.

Mynd 1 Útlánsvøkstur

Kelda: Landsbanki Føroya. Ársvøkstur í útlánum frá føroyskum og donskum peninga- og realkredittstovnum til føroyskar kundar í %, 3 mðr glíðandi miðal. Millumbanka útlán eru ikki íroknaði.

Sí frágreiðingina her.