Útstykkingin á Fossum – sáttmálin er undirskrivaður

politikkur09-04-2020 - 08:38 - Jóanis Nielsen

Jógvan Skorheim undirskrivaði í gjár sáttmálan við RTS, sum eftir útbjóðingina átti lægsta tilboðið uppá útstykkingina á Fossum.

Tað eru SNA arkitektar, sum hava projekterað verkætlanina, har tað í fyrsta byggistigi er talan um 21 grundstykkir til sethús og 13 til raðhús.

Útstykkingin verður gjørd í trimum byggistigum, og samlaða talið av grundstykkjum verður 91, harav 44 grundstykkir til sethús og 47 til raðhús.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at øll verkætlanin eftir ætlan skal taka trý ár, frá tí at sáttmáli er undirskrivaður við arbeiðstakara. Roknað verður tó við, at fyrstu grundstykkini longu verða klár at útlutað í juni í ár, so fólk hava møguleika at leggja arbeiðið við tekningum og øðrum tilrættis í góðari tíð. Hetta fer vónandi at gera tað lættari at byrja byggingina, so skjótt fyrsti partur av útstykkingini er liðug.

Kelda: Klaksvík.fo