Vælkomin umborð

Politikkur20-08-2019 - 16:59 - Jóanis Albert Nielsen

Eg eri valevni á Sjálvstýrislistanum í ár, 2019.

Millum dugnalig og framfýsin valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum, roynd sum óroynd, fari eg bera fram á torg hjartamál og raðfestingar, sum skulu mynda meg í politiskum hylki.

”Seinar eru einar hendur”, sigur tíðarleysa orðatakið - vit skulu lyfta í felag. Kumpassin er rættað, og okkara stevnumið eru:


- møguleikar í grønari vinnu

- minka um luft- og ljóðdálkan nærhendis bygd og bý

- flyta almennar stovnar úr Tórshavn, og harvið lætta um ferðslu- og bústaðartrýstið í

høvuðsstaðnum

- innkomuvegurin Skálafjaramegin (Runavík). Ferðslan skal leiðast út um miðbýin

Viðvíkjandi tunnilsverkætlanini, ”Eysturoyartunnilin”, skal luturin hjá Kári P Højgaardikki liggjaógáaður. Hann hevur framt eitt satt bragd til frama fyri infrakerviílandinum.
Seinasta h
ond verður løgdá, táinnkomuvegurin verður tikin til høldar.


Sjálvstýrisflokkurin hevur við Kári P. Højgaard, og Jógvan Skorheim
, staðiðstinnuráSkálafjørðinum ogíNorðoyggjum.


Í samráð við teg, veljarin, fara vit at byggja út. Bøgarðarnir í Eysturoy og Norðoyggjum laða vit um, soleiðis, at teir røkka norðri úr Ennibergi, suður til Akraberg. Vesturi úr Mykines og eystur til Fugloynna.

Í hópinum telist nú royndi og úrslitshorvandi politikarin, Kristin Michelsen, sum fyndigur hevur ført vælhilnaðpolitisk stórmálíhús. T.d. kann nevnast Hvalbiartunnilin.


Til undanfarna val var Kristin undangongumaður í tunla fyrireikingunum, og í dag gongur sjón fyri søgn.


Vælkomin umborð, og vónandi fáa vit tikið mong munagóð polititisk tøk. Rimmarfastar, sum Báradrangur, fara vit í holtur við loysningar fyri land og fólk.

Bera tit eitthvørt fyri brostið vilja vit fegnir hoyra.

Við framburðs heilsan,
Andrias Jacobsen – valevni Sjálvstýrisins