Vága kommuna fer í holt við at umvæla havnaøkið og báthylin í Miðvági

Vinna01-11-2019 - 19:52 - Jóanis Albert Nielsen
Á býráðsfundi mánadagin samtykti býráði í Vága kommunu at umvæla havnaøkið og báthylin í Miðvági.

Vinnu- og havnanevndin samtykti á fundi 15. oktober 2019 at heita á umsitingina, at leggja fyri fund 22. oktober 2019 kostnaðarmetingar og tíðarætlanir fyri hesi arbeiði í hesi røð:

1. Ein (evt. tveir) nýggjar stóran pullart og umvæling av verðandi pullartum (evt. taka annan hvønn burtur) á Innaru Bryggju. Ein fyribils loysn (asfalt ella beton), soleiðis at koyrandi er við trukki á Heimaru Bryggju.

2. Endalig umvæling av yvirflatuni á Heimaru Bryggju.

3. Heita á ráðgeva um at gera uppskot til umskipan av bátahylinum, við tí fyri eyga at fáa fleiri bátapláss samstundis sum bátarnir liggja minst líka væl sum nú. Eystara innsigling skal flytast vestureftir.

4. Yvirflatan á Ytru Bryggju verður asfalterað.

5. Leggja nýggjar bátabrúgvar í gamla bátahyl.

Umsitingin hevur fingið til vega fylgjandi.
1. Samlaður kostnaður mettur til kr. 930.625. Arbeiði verður mett at taka 12 vikur.
2. Kostnaður mettur til kr. 1.129.000. Arbeiði verður mett at taka 6 vikur.
3. Kostnaður mettur til kr. 100.000. Arbeiði verður mett at taka 8 vikur.
4. Kostnaður mettur til kr. 770.660. Arbeiði verður mett at taka 2 vikur.
5. Kostnaður mettur til kr. 4.612.500. Arbeiði verður mett at taka 15 vikur.

Samlað kostnaðameting fyri arbeiðini er kr. 7.542.785.

Á fundi tann 22. oktober kom vinnu og havnanevndin til hesa avgerð.
Mælt var til at arbeiði 1 verður gjørt beinavegin og fíggja við verandi játtan umframt eykaætlan. Mælt verður til at arbeiðini 2-5 verða gjørd komandi ár og at peningur til arbeiði verður settur á fíggjarætlanina fyri 2020.

Fíggjarnevndin kom til hesa avgerð:
Mælt verður til at punkt 1 verður gjørt beinavegin, og punkt 2 og 3 verða sett í gongd beinavegin og gjørd í 2020.

Á fundinum mánadagin samtyktið býráðið at taka undir vil tilmælinum frá fíggjarnevndini.