Vaktarskifti, samanlegging og navnabroyting

Politikkur18-09-2019 - 12:22 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjár var vaktarskifti á Mentamálaráðnum, tá Jenis av Rana loysti Honnu Jensen og Høgna Hoydal av í landsstýrissessinum.

Hartil vórðu eisini aðrar umskipingar settar í verk.

Ráðið hevur skift navn og eitur nú Uttanríkis- og mentamálaráðið, og í morgun fingu starvsfólk við menta- og skúlamálum og starvsfólk við uttanríkismálum høvi at hittast. Síðani Mentamálaráðið varð stovnað í 1998, hevur tað fevnt um menta- og undirvísingarmál, meðan Uttanríkisdeildin hevur skift ímillum ymisk ráð - seinast sum partur av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Semja var um, at tað eru góðir møguleikar við hesi samanleggingini, tí undanfarin ár hevur samstarv verið millum ráðini á fleiri ymsum økjum.

Fráfarandi landsstýrisfólkini bjóðaðu nýggja landsstýrismanninum vælkomnum í sessin, og Jenis av Rana nýtti høvi at heilsa uppá síni starvsfólk í nýggja Uttanríkis- og mentamálaráðnum.