Valevnislistar til kirkjuráðsvalið í Sandavági

mentan16-09-2021 - 11:11 - Jóanis Nielsen

Freistin at stilla upp sum valevni til kirkjuráðið í Sandavági er mánadagin 20. septembur 2021.

Valevni skulu skrivast á valevnislista, sum fæst við at venda sær til valstýrisformannin Petur Elias Nielsen.

Ein og hvør kann taka stig til at gera ein valevnislista, og øll, sum búgva í Sandavági og eru fylt 18 ár, kunnu stilla upp sum valevni til kirkjuráðið.

Kirkjuráðsvalið gevur limunum í fólkakirkjuni møguleikan at koma til orðanna og velja síni umboð. Uppgávurnar hjá kirkjuráðnum eru m.a. at umsita kirkjukassan, kirkjuna sum bygning og virka fyri tí kirkjuliga lívinum í sóknini.

Kirkjuráðsvalið fer fram á kommunuskrivstovuni í Sandavági 2. nov. 2021, og valkort verða frammanundan send teimum, ið hava valrætt til kirkjuráðið.

Valstýrið