Varðin Pelagic stuðlar Susvim

ítróttur12-03-2020 - 17:00 - Jóanis Nielsen

Varðin Pelagic stuðlar Susvim

11. mars undirskrivaðu Varðin Pelagic og Susvim stuðulsavtalu fyri kappingarárið 2020.

Susvim ger eitt megnar arbeiði fyri oynna, og tað gleðir okkum her á Varðanum Pelagic at geva teimum eina hjálpandi hond.

Vit vilja ynskja Susvim góða eydnu við komandi kappingarári, tað skrivar Varðin Pelagic.