Veðrarnir royndust væl í Ryggskor

mentan20-09-2019 - 23:02 - Jóanis Nielsen

Veðrarnir royndust væl í Ryggskor -95. 84. 66. 62. 58. 56. pund.

Aftaná at skoramennirnir høvdu fingið ein bita, so vórðu veðrarnir svævdir, tað gekk væl at fletta, onkur var tungur at tumma, so gott var við góðari hjálp.

Tann í vigaði 95 pund var tveir vetrar gamal, teir fingu ikki hendur á honum í fjør, so hann hevur gingið allan vetur í Ryggskor.

Sum sæst á myndunum so var nógv fólk í flettingarrúminum hjá Jákupi Lauritsen - gott lag og ikki sørt av reypi.