Venjaraskifti í Kyndli

ítróttur30-09-2019 - 21:47 - Jóanis Albert Nielsen

Kyndil.fo skrivar: Tom Jensen og Kyndil eru komin ásamt um at enda samstarvið, og er hann farin frá sum venjari í Kyndli í dag.

Vit takka Tom fyri samstarvið, og ynskja honum blíðan byr frameftir.

Nýggjur høvuðsvenjari hjá Kyndli í Okkara deildini verður Høgni Klein, sum er eitt kent andlit í Kyndli. Tummas Pauli Hanusarsson, Bárður S Guttesen og Dávur Clementsen halda áfram sum ávíkavist hjálparvenjari, fysiskur venjari og liðleiðari. Vit ynskja Høgna vælkomnum og góða eydnu.

Nevndin