Verða tað Fleyr ella KÍF, ið spæla seg víðari til hálvfinaluna

ítróttur26-01-2021 - 16:31 - Jóanis Nielsen

Flogbóltur, steypakappingin, kvinnur

Avgerðandi dystur í bólkaspælinum

Verða tað Fleyr ella KÍF, ið spæla seg víðari til hálvfinaluna?

SÍ greiddi sínar skyldur í bólkaspælinum við fyrst at vinna 3-0 á KÍF og síðan 3-1 á Fleyr og eru harvið tryggjaðar pláss í hálvfinaluni sum vinnarar av bólki 1. Seinasti dystur í bólki 1 verður leygardagin kl. 14.00 millum KÍF og Fleyr í Kollafirði. Væntast kann ein spennandi dyst, har liðini hava alt at spæla fyri. Hyggja vit eftir landskappingini, so hava tað eisini verið tættir dystir millum hesi bæði liðini, har Fleyr tó hevur havt munin við at vinna ávikavist 3-2 og 3-1 í innanhýsis dystunum. Stigatalvan í landskappingini bendir tó ikki á líka javna kapping, har Fleyr liggur á 2. plássi og KÍF á einum 5. plássi, 8 stig færri enn Fleyr. Tískil bendir nógv á, at hetta er seinasta útkall hjá KÍF at bjarga kappingarárinum, og fara tær óivað at gera alt fyri at knógva sterka Fleyr-liðnum leygardagin.