Vestanstevnan verður í Sørvági

mentan09-07-2019 - 10:12 - Jóanis Nielsen

Vikuskiftið 12.-14. juli verður Vestanstevna í Sørvági. Stevnan hevur ymiskt at bjóða, millum annað verður ítróttur, listaframsýningar og tónleikur á skránni. Skráin verður borin út í øll húski í Vágum, og somuleiðis er hon at finna á hesum bólki.


Fríggjakvøldið verður stevnan sett og aftaná verður útikonsert við Jørgen og Jákup, Sámal Ravnsfjall, Erlu Poulsen og Hans Ravnsfjall. Eisini verður grillin tendrað, og vit gleða okkum til eina hugnaliga løtu á Stakka.

Leygardagin verður bæði fótbóltur, renning og kappróður.
Leygarkvøldi møtast vit øll á Stakka, har konsert og felagssangur verður við Anfinn og vinnmonnum, Bjartu Arge, Remi og Tummas Hera.

Ben Arabo, sum hevur røtur í Sørvági, fer at halda miðnáttarrøðuna, og eftir hetta verður dansur við Jens Marna Hansen og Kim Hansen.