Vesturleiki landar í Miðvági

vinna27-05-2020 - 10:09 - Jóanis Nielsen

 Sørvágstrolarin Vesturleiki, sum hevur fiskað svartkalva við Føroyar, landar í Miðvági, teir hava 85 tons. 

Tað eru 9 mans við Vesturleika, skipari er Herning Simonsen.

Vesturleiki kom á Miðvág sunnukvøldið, teir skulu gera ymiskt víðlíkahaldsarbeiðið, áðrenn teir fara nýggjan túr, teir rokna við, at fara avstað aftur mánadagin, tá verður Heðin Hansen skipari.

Sí eisini HER.