Vesturskin: Áhugaverd løta á Fiskastykkinum - myndir

mentan20-08-2019 - 17:10 - Jóanis Nielsen

 Sera hugnalig løta á Fiskastykkinum, har  Vága pensionistafelag skipaði fyri bókaframløgu, felagssangi og drekkamunni.

Rithøvundurin Hanus Kamban greiddi frá bókini  - Hans Andrias - ein bókmentalig ævisøga -  Hanus Kamban legði serligan dent á tað tíðarskeiðið Hans Andrias virkaði sum lærari í Sandavági.

Aftaná var møguleiki at keypa bøkurnar - tær eru í tveimum bindum.

Heini F. Petersen las yrkingar hjá Hans Andriasi.

Vit tóku nakrar myndir.