VÍF heldur jól á toppinum

ítróttur20-12-2020 - 10:15 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjár blivu seinastu dystirnir í Burn-deildini fyri jól leiktir.

Í Havn tók Neistin ímóti KÍF. KÍF vann dystin 23-22, eftir at teir førdu 13-10 í hálvleikinum. Fyri Neistan fekk Rasmus Søby 7 mál. Fyri KÍF fekk Hans Eli Sigurbjørnsson 11 mál.

Í Klaksvík tók Team Klaksvík ímóti Kyndil. Team Klaksvík vann dystin 27-23, eftir at teir førdu 12-9 í hálvleikinum. Fyri Team Klaksvík fekk Vuk Stevanovic 10 mál. Fyri Kyndil fingu Jóan Pauli Paturson og Kristoffur Bjørgvin hvør síni 4 mál.

Í Vestmanna tók VÍF ímóti StÍF, og við sigrinum á StÍF kunnu Vestmenningar halda jól á toppinum. VÍF vann dystin 36-26, eftir at teir førdu 16-14 í hálvleikinum. Fyri VÍF fekk Filip Jojic 12 mál. Fyri StÍF fekk Pætur Johansen 8 mál.   


StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF134073357222
 H71133633085521
 NEISTIN144123733917
 KÍF14362354815
 TEAM KLAKSVÍK14379408-2911
 STÍF14336409-736
 KYNDIL14303375-724