VÍF og H71 vunnu sínar dystir í dag

ítróttur20-10-2019 - 18:04 - Jóanis Albert Nielsen

Í dag hava tveir dystir verið í Okkara-deildini hjá monnum í hondbólti.

Í Vestmanna tók VÍF ímóti Kyndli. VÍF vann dystin 29-23 eftir hálvleiksstøðuna 15-14. Fyri VÍF fekk Filip Jojic 11 mál. Fyri Kyndil fingu Anders Rival og Hjalti M. Jacobsen hvør síni 7 mál.

Í Hoyvík tók H71 ímóti Team Klaksvík. H71 vann dystin 41-20 eftir hálvleiksstøðuna 19-9. Fyri H71 fekk Vilhelm Poulsen 7 mál. Fyri Team Klaksvík fekk Naito Nakahodo 5 mál.

Støðan Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig
STÍF 6 166 162 4 9
H71 5 141 119 22 8
KÍF 6 174 153 21 7
NEISTIN 6 157 148 9 6
VÍF 6 164 155 9 6
KYNDIL 6 154 160 -6 4
TEAM KLAKSVÍK 5 105 164 -59 0