Savnsmynd.

VÍF vann tepurt á StÍF

ítróttur03-11-2019 - 19:10 - Jóanis Nielsen

 Í Okkara-deildini tók VÍF í dag ímóti StÍF í Høllini í Vestmanna. Lagt var upp til ein spennnandi dyst, tí bæði VÍF og StÍF hava klára seg væl higartil í ár - og spennandi gjørdist dysturin allan vegin, avgerðin fall ikki fyrrenn seinast í dystinum, VÍF vann 30-28, men tað kundu eins væl verið strandingar sum fóru til húsa aftur við báðum stigunum, hálvleiksstøðan var 14-13 til VÍF. Eins og í fyrra hálvleiki, so vóru tað strandingar sum høvdu leiðsluna ein stóran part av seinna hálvleiki, men VÍF megnaði í 23. minutti at koma uppá javnleik og fóru síðan framum, í 26. minutti var aftur javnleikur 27-27, síðan komu vestmenningar uppá 29-27, men strandingar svaraðu aftur til 29-28, VÍF setti punktum við dystinn í 30. minutti við at koma uppá 30-28.

VÍF: Bjørgvin ludvig, Hallur Arason 1, Sjúrður Olsen 4, Heini á Heygum, Niels Jákup Egholm, Magnus Muller 3, Jóhan í Garðastovu 5, Kaj Johannesen, Jákup Andrias Joensen, Andrias Eriksen 4, Rúni Fossdal 3, Mladen Mjermacka og Filip Jojic 10.

StÍF: Andri K. Hansen, Bjarni í Selvindi 2, Pætur Barclay 7, Pætur Hohansen 7, Jóannes Prestá 1, Sveinur Justinussen 3, Ivan Mrdalo, Jógvan G. Joensen 1, Steinar Prestá 1, Dávid Danielsen 1 og Mads Lindkvist 1.

Støður:

5. min. 2-3

10. min. 4-7

15. min. 6-10

20. min. 10-11

25. min. 12-12

30. min. 14-13

35. min. 16-19

40. min. 18-21

45. min. 20-22

50. min. 22-25

55. min. 27-26

60. min 30-28

Dómarar: Bárður Brimvík og Jógvan Skeel Nolsløe.

Áskoðarar: 200