Vilja hava kvotu ella tíggjutals milliónir

Vinna04-06-2020 - 07:56 - Jóanis Albert Nielsen

KVF: - Nøkur túsund tons av kvotu, ella nakrar tíggjutals milliónir krónur.

Tað metir reiðaríið North West Pelagic seg hava rætt til í endurgjaldi úr Fiskimálaráðnum.

Endurgjaldskravið røkkur heilt aftur til 7. mars í 2016, tá reiðaríið misti øll síni rættindi at reka fiskiskap, les meira her.