Visit Faroe Islands hevur gjørt síðu, sum samlar fakta um ferðavinnu

Vinna16-08-2019 - 07:34 - Jóanis Albert Nielsen

Nú tað er háárstíð í ferðavinnuni og eitt løgtingsval stendur fyri framman, verður dúgliga kjakast um ferðavinnuna. Viðhvørt ber kjakið brá av, at tørvur er á fakta um føroysku ferðavinnuna.

Visit Faroe Islands hevur samlað tey hagtøl, ið eru at finna um ferðavinnuna, á eina síðu, soleiðis at tað er lætt og ómakaleyst at fáa fatur í røttum hagtølum.

Síðani inniheldureisini eitt yvirlit yvir gjald fyri atgongd til náttúruí øðrum londum kring heimin. Harafturat eru útsagnir frá fólki, sum antin hava beinleiðis ella óbeinleiðis tilknýti til ferðavinnu, um ágóðarnar við ferðavinnuni.

Síðan eitur www.ferdavinnufakta.fo.