Visti løgmaður um arbeiðsbólkin hjá Helga Abrahamsen

politikkur02-09-2020 - 11:06 - Jóanis Nielsen

Visti løgmaður um arbeiðsbólkin hjá Helga Abrahamsen?

Munnligir fyrispurningar eru á skrá í løgtinginum í dag, og í hesum sambandi fer Henrik Old at spyrja løgmann, um hann visti um arbeiðsbólkin hjá Helga Abrahamsen, sum seinasta hálva árið hevur arbeitt við at sundurskilja SEV.

Stutt fyri ólavsøku fekk almenningurin í Føroyum at vita, at ein arbeiðsbólkur av embætisfolki í Vinnumálaráðnum í eitt hálvt ár hevði arbeitt við at sundurskilja SEV. Hetta hevur fingið Henrik Old at undrast.

- Tá elveitingin í Føroyum er ein ógvuliga kompliserað teknisk avbjóðing, tykist tað løgið, at
ongin við servitan í elteknikki er við í hesum arbeiðsbólki. Elveiting er jú grundarlagið undir øllum vinnufyritakandi og ikki minst undir vanliga húsarhaldinum í Føroyum. Tí fari eg í dag at spyrja løgmann, um hann visti nakað um henda embætismannaarbeiðsbólk, sigur Henrik Old.

Henrik Old fer eisini at vísa á, at einki umboð fyri eigaran av SEV, sum er Føroya fólk, tók lut í hesum arbeiðsbólki. Henrik Old sigur, at hann setir løgmanni spurningin, tí løgmaður hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum.

Tingfundurin byrjar kl. 11 og beinleiðis stroyming frá fundinum finnur tú her: kvf.fo/live/tingvarp