- Vit fingu svar upp á tað, vit ynsktu

Politikkur10-12-2020 - 21:55 - Jóanis Albert Nielsen

Samráðið, sum Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, og Michael Aastrup Jensen, uttanríkisorðførari hjá Vinstra, høvdu innkallað verjumálaráðharra Trine Bramsen og uttanríkismálaráðharra Jeppe Kofod til, endaði fyri løtu síðani.

- Eg eri sera nøgdur við samráðið. Vit fingu greið svar upp á tveir ógvuliga stórar spurningar.

Soleiðis sigur Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, nú samráðið, sum hann saman við Michael Aastrup Jensen, uttanríkisorðførari hjá Vinstra høvdu innkallað verjumálaráðharra Trine Bramsen og uttanríkisráðharra Jeppe Kofod til.

Betri handilsviðurskifti við vesturheimin

Í dag hevur føroyski útflutningsmarknaðurin trupulleikar at náa vesturlendsku marknaðunum við tilvirkaðum vørum. Um stóri ES-marknaðurin verður opnaður fyri føroyskum útflutningi, verða Føroyar av sær sjálvum minni bundnar at teimum eysturlendsku marknaðunum, sum vit í dag útflyta nógv til.

Løgmaður hevur sent tí eina umbøn til forkvinnu fyri ES-kommissiónina Ursulu von der Leyen um eitt tættari samstarv, og forsætisráðharri Mette Frederiksen hevur sagt, at hon stuðlar hesari umbøn.Uttanríkisráðharri Jeppe Kofod segði tað heilt greitt til samráðið:

- Tað eru Føroyar, sum samráðast við ES, og Danmark slóðar fyri, segði hann.
Tískil hava vit nú tær bestu samráðingartreytirnar fyri at fáa eina nýggja og betri handilsavtalu við ES.

Betri trygdarviðurskifti í arktiska økinum

Verjumálaráðharri Trine Bramsen greiddi frá, at danska stjórnin í næstum ætlar at seta 1,5 mia. kr. av til at betra um trygdina í tí arktiska økinum. Hon staðfesti eisini, at tað er eitt gott samskifti millum føroysku og donsku stjórnirnar, eisini um málið viðvíkjandi at seta ein møguligan NATO-radara upp í Føroyum.

- Eingir trupulleikar eru í samskiftinum, og føroyska landsstýrið er við til at taka allar avgerðir viðvíkjandi einum NATO-radara í Føroyum, segði hon.

Edmund Joensen er nøgdur við samráðið, sum hann heldur hepnaðist væl.

- Endamálið við samráðnum var at slóða fyri vegnum og gera tað heilt greitt, at tað er Landsstýrið og Løgtingið, sum situr fyri borðendan og skal føra samráðingar og taka tær endaligu avgerðirnar - bæði tá víðvíkir marknaðarviðurskiftum og á tí verjupolitiska økinum. Og tað fingu vit váttað, sigur Edmund Joensen at enda.