What’s On: Yvirlit yvir øll tiltøk í Føroyum

Mentan09-05-2019 - 16:45 - Jóanis Albert Nielsen

 Vilt tú vita hvat, nær og hvar ymiskt hendir í Føroyum?Far inn á www.whatson.fo

 

What’s On samlar øll tiltøk úr øllum landinum á einari síðu, sum ger tað lætt at fáa yvirlit yvir, hvat hendir. Konsertir, framløgur, sjónleikur, matupplivingar og mangt annað.

 

Á síðuni kanst tú velja ymiskt til og frá, til dømis nær tiltakið hendir, hvar í landinum tað hendir ella í hvørjum bólki, tiltakið hoyrir til. 

 

Kunningin finst á føroyskum og enskum. 

 

Fyri Visit Vágar verður Whats On ein stór hjálp til at fáa kunning út um tiltøk í Vágum, samstundis at tað verður lættari hjá teimum sum skipa fyri tiltøkum at vita hvar tey 

skulu venda sær og hvar tey skulu lýsa. Eisini koma brúkarnir at hava eitt stað at leita á fyri at vita hvørji tiltøk eru í økinum. Í dag finnast nógvir ymiskir portalar, har tað kann vera trupult at hava yvirlit yvir hvat hendir, men Whats On verður ein nógv størri og sjónligari portalur at brúka har alt verður á einum stað.

 

Skráset títt egna tiltak

 

Ein og hvør kann skráseta eitt tiltaká What’s On. Skipanina er sera einføld, løtt at brúka og ókeypis. 

 

Øll tiltøk, sum verða skrásett, skulu góðkennast áðrenn tey verða løgd út á What’s On. Kunningarstovurnar kring landið umsita og góðkenna tiltøk, sum verða skrásett í teirra øki.

 

Fleiri hundrað tiltøk (events) og fleiri enn 400 støð (places) eru longu nú skrásett á What’s On. 

 

What’s On er ein sjálvstøðug síða, sum verður at finna á síðum hjá kunningarstovum og tíðindaportalum, umframt ein undirsíða hjá Visit Faroe Islands. Nógvir útlendingar nýta longu What’s On at finna fram til, hvat hendir í Føroyum. Við tað, at kunningin eisini er at finna á føroyskum, verður lagt upp til, at føroyingar eisini fáa høvi at nýta síðuna.  

 

Hug at finna útav hvat hendir í vikuskiftinum? Vitja What’s On!

 

Hug at skráseta títt tiltak? Vitja What’s On > Skráset tiltak!