Agnes Mols Mortensen, PhD

Yrkisbókaútgáva við føroyskum íkasti

vinna08-11-2019 - 13:59 - Jóanis Nielsen

Gransking: Í dag verður algufloranDanmarks Havalgerútgivin. Í bókini hevur Agnes Mols Mortensen, granskari á P/F Fiskaaling, skrivað kapittulin um reyðtarahópin Bangiales.

Tað er Det Kongelige Danske Videnskabernes Selskab, sum gevur út. Forlagið virkar sum bindilið millum navnframar granskarar úr øllum vísindagreinum, eins og tað skipar fyri fundum, vegleiðing og miðlan, umframt altjóða samstarvi.

Nýggja bókinDanmarks Havalgerkemur í tveimum bindum, sum eru á leið 868 bls. tilsamans við nógvum myndum. Agnes hevur skrivað kapitulinum reyðtarahópin Bangiales, sum er at finna í fyrra bindinum. Í fyrra bindinum eru 165 ymisk tarasløg, meðan í seinna bindinum eru tilsamans 208 ymisk tarasløg.

Danmarks Havalgerer ritstjórnað av Ruth Nielsen og Steffen Lundsteen. Ruth Nielsen var ein av taragranskarunum, sum luttók í Biofar-verkætlanini, har m.a. tann føroyska tarafloran varð kannað. Hon var eisini vegleiðari hjá Agnes Mols Mortensen til bæði bachelor og masterritgerðirnar.

Agnes Mols Mortensen luttekur í formiligu framløguni av bókini í Det Kongelige Danske Videnskabernes Selskab í Keypmannahavn t. 20. novembur 2019.