Mentan

  Bjarka Johannesen til minnis

Fyrsta august andaðist Bjarki Johannesen í Sandavági, 73 ára gamal. Hann varð føddur 6. januar í 1949. Bjarki var sonur Viggo Johannesen og Noru, f. Beder, hon var ættað úr Vági. Tey áttu fýra børn. Bjarki var elstur, systkin hansara eru Ingolf, Ruth og Ása.

2022-09-26 21:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Bjarki gekk í skúla í Sandavági og á Giljanesi. Realprógv tók hann á Giljanesi í 1966. Eftir próvtøkuna hevði hann hug at royna seg sum fiskimann og fór við Reynsatindi til Grønlands. Men tað gjørdist bara tann eini túrurin, tí at hann valdi at fara í smiðjulæru hjá pápanum. Har var hann í tvey ár.

Hann søkti um at sleppa at læra til flogmekanikara hjá SAS. Tað eydnaðist, og hann fór niður til Keypmannahavnar í 1969: Hann fekk sveinabræv í 1973. Hann arbeiddi sum flogmekanikari hjá SAS í 7 ár. Í 1980 valdi hann at koma aftur til Føroya.

Tá tóku brøðurnir, Bjarki og Ingolf, við verkstaðnum hjá pápanum og gjørdu hann til bilverkstað. Har varð arbeitt upp á bilar til 1988, tá seldu teir bilverkstaðin. Teir høvdu fleiri lærlingar, sum fingu sveinabræv haðan.

Bjarki varð tá biðin at koma at arbeiða hjá Atlantic Airways sum mekanikari á tyrluni, seinni fór hann at arbeiða upp á flogførini. Hann arbeiddi á flogvøllinum til 1997.

Eftir hetta gjørdist hann maskinmeistari á rognavirkinum Kovanum. Hann arbeiddi har, til Kovin læt aftur um heystið í 2011.

Skjótt bað Rósing Skorá, sum var leiðari hjá Apotekinum, hann koma at arbeiða har. Teir blandaðu heilivág í fóður til alingina, eisini avlúsaðu teir á aliøkinum við brintyvirilt. Tað var strævið arbeiði, men honum dámdi arbeiðið væl, og hann arbeiddi har, til hann var 70 ára gamal.

Bjarki hevði stóran áhuga fyri kirkjuligum arbeiði. Tá ið hann kom aftur til Føroya, fór hann at hjálpa til við urguspælinum i kirkjuni. Jens Erik Nielsen og Maria Petersen vóru urguleikarar, so at tá vórðu tríggir urguleikarar.

Eftir tað, at Jens Erik doyði í 1997, spældu Maria og Bjarki. Tey skiftust annanhvønn mánað. Øll trý spældu væl. Bjarki dugdi væl at fáa kirkjufólkið at syngja við urguni.  Hann spældi í kirkjuni til nakrar fáar dagar, áðrenn hann doyði.

Tá ið Janus Mohr í áttati- og níti árunum plagdi at koma vestur at taka sálmar upp á band til morgunlestrarnar í Útvapinum, spældu tey trý.

Bjarki var í urgunevndini, sum kirkjuráðið setti, tá ið kirkjan skuldi fáa nýggja urgu í 1991. Hann spældi eisini í mong ár í Meinigheitshúsinum.

Bjarki var í kirkjuráðnum frá 1993 til 2009, tiltakslimur var hann frá 2013 til 2017. Har gjørdi hann gott arbeiði.

Ingolf og Bjarki áttu bát saman. Bjarki plagdi viðhvørt at leggja mær til at koma á flot. Vit royndu úti fyri Vágnum, undir Koltri, í Innara Firði, vestan fyri Nípu og norðuri á Grunni. Tað vóru hugnaligir dagar. Eisini plagdu vit at skjóta fugl.

Onkuntíð vóru vit í Fjallavatni og fiskaðu síl. Hugaligt at sita við vatnstrondina. Fríkst fleyr av landsynningi lá norður eftir vatninum. Spakuliga skýmdi, fjøllini kámaðust so líðandi, tá tóku sílini í skýmingini. Sitið varð líka til sólin reis, og tað lýsti fyri degi. So varð farið til gongu heim til bilin, sum stóð við endan á vegnum norðan fyri Vatnsoyrar. Ymist var, hvussu nógv var veitt.

Bjarki var ógvuliga góður við føroysku náttúruna. Ofta gingu vit um dalar og fjøll. Fleiri ferðir gingu vit undir fjøllunum gjøgnum dalarnar á Steig. Vit vóru úti í Dysjum, uppi í Skeiðanesi, úti í Botni úti á Nípu. Gingu frá Ritubergsskarði eftir røðini á Prestlandi út á Tanga og so heim um miðjan haga. Í Oyrargjáarhaga vóru vit og aðrar staðir. Næstan hvønn sunnudag, tá ið til bar, og veður var, gekk Bjarki út í Dysjar. Hann hevur tikið hóp av myndum ymsastaðni av náttúruni.

Hann var sera áhugaður í fuglalívinum, serliga heiðafuglinum. Hugdi væl eftir, hvar fuglurin átti, hann visti væl, hvar mesti fuglur var. Illa dámdi honum, tá ið hann varnaðist, at heiðafuglurin minkaði.

Hugnaligar vóru løturnar í húsinum á Oknadali. Plagdu at fara seinnapartin fríggjadag og komu heim aftur sunnukvøld. Nógv var at hava við, so tungir vóru ryggsekkirnir at bera yvir. Hugfarsligt um kvøldarnar at sita í ljósglæmuni frá stearinljósunum í køkinum og frá lampuni á stovuborðinum og práta um ymisk viðurskifti. Ofta var seint, tá ið vit fóru at leggja okkum. Gott at vakna, serliga tá ið gott veður var við sólskini, hoyra fuglin láta og seyðin jarma uttanfyri.

 Vit gingu ymsastaðni á Oknadali: Út í Skorar, gjøgnum Stíggin niður á Helluna og norður at Norðrarugjógv, niðan í Leynadal. Eisini gingu vit norður í Syðraseyð. Minnist ein góðveðursdag, sólin skein oman og niðan, sótu vit á Búkonuni og sólaðu okkum. Hjartvard var onkuntíð við á Oknadali og onkuntíð Ingolf.

Vit søgdu hvør við annan, at slíkar ferðir eru lekidómur fyri sál og likam, her er eingin telefon, einki sjónvarp og eingin bilur, her eru onnur ljóð enn heima við hús, áirnar tutla, heiðafuglurin letur, og onkur seyður jarmar, annars er friður.

Bjarki var ógiftur, tá ið foreldrini vóru á lívi, búði hann saman við teimum, tá ið tey vóru farin, keypti hann húsini og búði einsamallur.

Bjarki er farin um sýn. Bjørt standa minnini. Hvíl í Guðs friði, góði vinur.


                                                         Heini F. Petersen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder