Mentan

 Davið Guðnason útbúgvin kommunulækni

Davið Guðnason er júst liðugur við serlæknaútbúgving í almennum medisini, sum hann hevur tikið á Landssjúkrahúsinum og í kommunulæknaskipanini.

2023-02-23 15:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landsssjúkrahúsið skrivar:

Undir útbúgving hevur Davið Guðnason í tveimum umførum verið í viðtaluni hjá Kára Jacobsen, kommunulækna í Miðlon, og hetta seinasta árið hevur hann verið í viðtaluni hjá Róa á Kósini, kommunulækna á Tinghúsvegi 70.

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.
Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum í Danmark og í Føroyum.

Í løtuni eru 11 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Ein lækni verður eftir ætlan liðugur 31. august 2023.

Á Landssjúkrahúsinum fegnast vit um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar. Vit ynskja Davið hjartaliga tillukku við serlæknaútbúgvingini og blíðan byr nú hann fer til Suðuroyar at arbeiða sum kommunulækni.

Á myndini eru Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, Davið Guðnason, serlækni í almennum medisini og Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder