Mentan

- Ein ljósakrúna eigur at vera vøkur

Í Sandavágs kirkju eru tríggjar ljósakrúnur. Tær eru til stórt prýði fyri kirkjuna, og skulu tí eisini haldast viðlíka. - Ja, tað hevur nógv at siga, at ljósakrúnurnar í okkara kirkju eru penar, sigur Eyðbjørg Johannesen í Sandavági. Saman við øðrum kvinnum í bygdini pussa tær hesar ljósakrúnur eina ferð um árið.

- Um vit eru millum 10 og 12 kvinnur, so gongur tað bæði skjótt og væl. Henda dagin vóru vit 11 kvinnur, so tað var eisini passaligt.

- Um vit eru millum 10 og 12 kvinnur, so gongur tað bæði skjótt og væl. Henda dagin vóru vit 11 kvinnur, so tað var eisini passaligt.

2023-03-21 14:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Ljósakrúnur
Í kirkju okkara eiga vit ein stóran og trúfastan hóp av fólki, sum sjálvboðin gera einhvørja tænastu í staðbundnu kirkjuni. Her kann til dømis vera talan um kirkjuráð, kirkjutænarar og tey, ið røkja kirkjuna.

Summar av hesum tænastum eru lættar at fáa eyga á. Men so eru tað aðrar tænastur, sum ein ikki á sama hátt bera eyga við, uttan kanska tá, ið tænastan ikki er gjørd.
Ein av tænastunum sum hoyrir til eina kirkju, eru tey – ella í stóran mun: tær – ið hava sæð týdningin av at kirkjan altíð er rein, fjálg og nosslig at koma inn í. Tað var júst hetta, sum 11 kvinnur høvdu sett sær fyri í Sandavágs kirkju seinnapartin 2. mars.

Uppgáva teirra henda fyrsta hósdagin í mánaðinum var at fríðka um og pussa ljósakrúnurnar í kirkjuni. Arbeiðið tekur nakrar fáar tímar, men hetta er kortini ein tænasta, sum tær allar leggja stóra orku í at gera bæði gott og væl.

Frammanundan vóru tær tríggjar ljósakrúnurnar, ið allar eru ymiskar, loraðar niður í arbeiðshædd, og so var bara at fara til verka. Í sama viðfangi fingu allar veggjalampurnar somu viðger.

- Vit plaga at gera hetta eina ferð um árið, soleiðis at tær altíð eru penar, greiðir Eyðbjørg Johannesen frá. Hon hevur sjálv eina aðra fasta tænastu í kirkjuni, og var ein av hesum kvinnunum, sum settu tíð av til hesa uppgávuna.
- Um vit eru millum 10 og 12 kvinnur, so gongur tað bæði skjótt og væl. Henda dagin vóru vit 11 kvinnur, so tað var eisini passaligt.

Tað eru ofta tær somu kvinnurnar, ið pussa lampurnar ár eftir ár. Hetta gjørdu tær eisini fyri nøkrum fáum árum síðani, tá Fríðrikur krúnprinsur vitjaði, millum annað í Sandavágs kirkju. Tað var sjálvandi ein ávísur spenningur í, um hann, sum annars hevur so nógv onnur áhugamál og ítriv, eisini mundi hava áhuga fyri ljósakrúnum í føroyskum kirkjum.

Og jú, mín sann, um hann ikki hugtikin steðgaði við eina teirra og við hávirðing hugdi eftir henni eina løtu, og sá hvussu vøkur hon var. Onkur myndamaður sá hetta sama, og eftir tað kom ein mynd út við hesi stuttu, men kortini sigandi løtuni.

Meðan vit nú tosa um myndatøku, so var ein av hesum 11 kvinnunum so framsíggin at taka nakrar myndir av hesum hart arbeiðandi kvinnunum. Tær hava allar stóra tøkk uppiborna fyri sín trúskap móti teirra egnu kirkju.


Ljósakrúnurnar í Sandavágs kirkju eru vakrar – og væl hildnar (Mynd: kvf.fo)

Tríggjar ymiskar
Í bókini ”Yngru hválvkirkjurnar” eftir J. P. Gregoriussen, og sum forlagið ”Í Støplum” gav út í 1998, hevur sandavágsmaðurin Heini F. Petersen áhugaverda frágreiðing um kirkjuna í heimbygd hansara.

Undir frágreiðingini um ”ljósgøgnini” skrivar hann soleiðis:
Í tí gomlu kirkjuni var bara ein ljósakrúna. Hon er tann innasta, ið hongur í hesi kirkjuni. Hon er áttaarmað og gjørd úr messing.

Annars er eisini ein vøkur petroleumslampa í gomlu kirkjuni, sum varð hongd upp í hesi kirkjuni. Tá ið kirkjufólkið keypti nýggja ljósakrúnu í 1926, varð hon lutað burtur.
Knud Ejbye, listasmiður í Odense gjørdi hesa ljósakrúnu úr messing, Hon er áttaarmað og hevur sekstan ljós, tvey á hvørjum armi. Hetta er ein ógvuliga prýðilig ljósakrúna.

Í 1948 varð ravmagnsljós lagt í kirkjuna, og jólaaftan lýsti á fyrsta sinni. Ljósakrúnurnar vóru annars til stearinljós. Umframt vóru ljósastakar úr træi, teir vórðu settir í vindeyguni og festir í stólavangarnar.
Báðar ljósakrúnurnar vórðu sendar til Knud Ejbye at seta í stand, og tá varð ravmagnsljós lagt í tær. Ein ravmangsljósakrúna varð keypt afturat, hon er úr messing, og hevur 18 ljós.


Ljósakrúnurnar vóru loraðar niður, so einfalt var at vaska og pussa.

Frá stearini til perur
Um vit fara eitt legg aftur í søguna síggja vit greitt, at ljósakrúnurnar hava verið partar av prýðislutum, fyrst í heimum og síðani í kirkjum.

Sagt verður, at tær fyrstu ljósakrúnurnar komu fram í miðøldini, og høvdu sum endamál at veita bæði ljós og hita í húsum.
So líðandi gjørdust hesar ljósakrúnur eisini statussymbol, samstundis sum tær broyttu snið og skap fleiri ferðir. Soleiðis fært tú í dag slíkar ljósakrúnur bæði í klassiskum stíli og í nútíðar tulkingum.


Tað krevur handalag og tol, tá arbeitt verður við eini ljósakrúnu

Upplýst verður, at ein at byrja við setti stearinljós í ljósakrúnurnar, men tá gjørligt var at fáa bæði ljós og hita umvegis streymveiting, komu tær elektrisku perurnar ístaðin.

Tær funnust einamest í heimum hjá aðalsstættini og hjá teim ríkaru keypmonnunum, men eftir trúbótina gjørdust tær alt meiri vanligar í kirkjunum í Europa.
Eisini í Føroyum komu ljósakrúnurnar upp at hanga í kirkjunum, eins og dømið niðanfyri úr Kunoyar kirkju vísir.

Fiskaðu fyri ljósakrúnu
Tosa vit um ljósakrúnur kundi nógv verið skrivað um hesar, og ikki minst, hví og hvussu tær vórðu ognaðar heimligu kirkjuni.


Veggjalampurnar í Sandavágs kirkju fingu eisini ein umgang

Í Kunoyar kirkju hongur eisini ein slík ljósakrúna. Áhugavert er at lesa søguna hjá hesi ljósakrúnuni, sum hevur meiri enn 200 ár á baki. Veruleikin er, at ljósakrúnan var gjørd í 1820, men tá kirkjan varð vígd í 1867 hevði hon hvørki altartalvu ella ljósakrúnu.

Kirkufólkið ynskti tó av innasta hjarta, at teirra kirkja skuldi hava bæði. Hetta var ikki bara eitt ynski, men tey vildu somuleiðis arbeiða við ídni fyri sakini. Ja, sagt verður, at menn gingu so hart inn fyri hesum, at teir hesi árini løgdu ein tosk burturav hvørjum útróðrartúri til kirkjuna.
Fiskurin var flaktur, og síðani seldur til faktor Djurhuus í Klaksvíkshandlinum. Hesin var síðani biðin um at útvega kirkjuni bæði altartalvu og ljósakrúnu fyri peningin.


Tær 11 kvinnurnar í Sandavágs kirkju arbeiða ídnar fyri at hampa um ljósakrúnurnar

At enda kann verða nevnt, at ljósakrúnan í Kunoyar kirkju er 203 ára gomul, og var framleidd í Onglandi, haðani hon kom til Danmarkar. Her hekk hon eitt skifti í salinum í einum harragarði, men seinni fekk hon so sítt fasta pláss í eini lítlari og hugnaligari kirkju í Føroyum.

Um vit taka eitt dømi aftrat úr føroyskari kirkju, mugu vit eisini taka Hests kirkju við, sum var vígd í 1911. Í samband við arbeiðið valdu hestmenn Rasmus Lenvig sum formann fyri grótarbeiðinum.
Sum formaður var hann løntur av Kirkjugrunninum, men avgjørt varð millum Rasmus og bygdarmenninar, at lønin skuldi falla til kirkjuna. Fyri henda pening varð ljósakrúna keypt. Annars var alt annað arbeiði sjálvboðið.


At vaska og pussa ljósakrúnurnar í Sandavágs kirkju tekur nakrar tímar, tá tær eru væl mannaðar

Hyggja vit runt til føroysku kirkjurnar hevur hvør einstøk ljósakrúna sína søgu, sín uppruna og sína orsøk, hví júst hon hongur í hesi kirkjuni. Um allar hesar kundi ein heil bók verið skrivað.

Orð: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)/Myndir: Privat

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder