Politikkur

- Slík tøkni kann bæði økja um tryggleikan og geva tí einstaka størri frælsi

Svar uppá fyrispurning nr. 52-037/2026 eftir § 52 a í tingskipanini um trygdarskapandi vælferðartøkni, frá Fíu Selmu Nielsen, løgtingskvinnu..

2026-09-18 08:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrispurningurin er soljóðandi:

  1. Ætlar landsstýrið at gera nakað við møguleikan at brúka trygdarskapandi vælferðartøkni í størri mun?
  2. Hvat hevði tað merkt fyri trivnaðin og tryggleikan hjá búfólkum á ellisheimum og teirra avvarðandi, um trygdarskapandi vælferðartøkni varð nýtt meira?
  3. Hvat hevði tað merkt fyri starvsfólkatrivnaðin?
  4. Hvat hevði tað merkt fyri eindarkostnaðin á eldraøkinum?

Svar:

Til spurning 1

Ætlanin er at endurskoða løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin.

Ein liður í hesum arbeiðinum er at kanna, hvussu møguleikarnir at nýta trygdarskapandi vælferðartøkni kunnu betrast. Slík tøkni kann bæði økja um tryggleikan og geva tí einstaka størri frælsi. Samstundis er umráðandi, at nýtslan verður skipað á ein hátt, sum tryggjar rættartrygdina hjá borgaranum, og at ikki verður lagt meira upp í sjálvsavgerðarrættin enn neyðugt.

Løgtingslógin fevnir um fleiri málsøki, millum annað eldraøkið, barnaverndarøkið og tænastur undir Almannaverkinum. Tí er umráðandi, at viðkomandi myndugleikar, fakfólk og áhugafeløg verða tikin við í arbeiðið.

Fyrireikandi arbeiðið við endurskoðanini er farið í gongd, men arbeiðið er seinkað. Eg kann tí í løtuni ikki staðfesta, nær eitt møguligt lógaruppskot kann leggjast fyri Løgtingið. 

Til spurning 2-4

Eldraøkið er ikki undir mínum málsræði sum landsstýriskvinna í almannamálum, og ábyrgdin fyri at skipa og reka eldraøkið er løgd til kommunurnar. Tí ber ikki til hjá mær neyvt at meta um, hvørja ávirkan ein broyting í løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin hevði havt á trivnaðin og tryggleikan hjá búfólkum og avvarðandi, starvsfólkatrivnaðin ella eindarkostnaðin á eldraøkinum.

Yvirskipað kann tó væntast, at greiðari og smidligari reglur um trygdarskapandi vælferðartøkni kunnu hava positiva ávirkan á hesi viðurskifti. Tøknin kann økja um tryggleikan og frælsið hjá tí einstaka og samstundis skapa størri tryggleika hjá avvarðandi. Ein einfaldari umsiting kann eisini lætta um arbeiðið hjá starvsfólkunum og geva teimum betri møguleika at nýta tíðina til røkt, umsorgan og nærveru.

Hvørja ávirkan hetta hevði havt á eindarkostnaðin, ber tó ikki til at siga frammanundan. Tað veldst millum annað um, hvørjar tøkniligar loysnir verða valdar, og hvussu tær verða settar í verk og riknar.

Avgerandi er, at ein røtt javnvág verður funnin, soleiðis at tøknin kann nýtast, tá hon bøtir um tryggleika, frælsi og trivnað, uttan at meira verður lagt upp í sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka enn neyðugt. Viðkomandi myndugleikar og partar á eldraøkinum verða tí tiknir við í arbeiðið at endurskoða lógina.

Almanna- og bústaðamálaráðið, 17. september 2026

Margit Stórá

landsstýriskvinna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder