Mentan

 Tveir stórskíggjar á Skarv og norðmenn

Eisini donsk og norsk tíðindafólk vísa áhugað í Skarv og dystinum, sigur promotarin Edmund S. Jacobsen við jn.fo Á fb-vanganum fyri norsk lesandi í danska høvðusstaðnum, siga norskir útisetar siga seg koma á Skarvin.

2023-08-15 11:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Nógv føroysk hjørtu eru blá og hvít hesar dagarnar - serliga í dag, tí í Keypmannahavn er lagt upp til eitt stórt og spennandi brak á 48 ára føroyska møtistaðnum og barrini Skarv á Pilestræde 43, har tey fyri fyrstu ferð vísa avgerandi returdystin beinleiðis á tveimum stórskíggjum millum Molde og KÍ kl. 19 danska tíð. Væl varð vitjað tá KÍ hevur spælt teir seinastu Champions League dystirnar og stemningurin er yvir allar forvæntningar við tilkomnum og ungum útisetum umframt KÍ fjepparum og øðrum við fótbóltsáhuga og øðrum føroyingum.

Eisini donsk og norsk tíðindafólk vísa áhugað í Skarv og dystinum, sigur promotarin Edmund S. Jacobsen við jn.fo Á fb-vanganum fyri norsk lesandi í danska høvðusstaðnum, siga norskir útisetar siga seg koma á Skarvin. Skarv vil gjarna takka jn.fo fyri at sleppa at lána mongu myndirnar á plakatunum til hendan avgerandi dystin týskvøldið 15. august. Eisini eru ymisk føroysk samstarv í gongd m.a. við føroyska handilin Icefood við Amager Strond, sum lána Skarv eitt par av maskottum í føroyskum klæðum til hesa hending. Norsk fløgg eru lánt úr norsku sjómanskirkjuni og tvey føroysk Merkið úr Føroyahúsinum. KÍ eigur ein fyrimun, at støðan er 2-1 til KÍ áðrenn dystin. Eigarin Siri Thorsteinsson tekur í móti gestum við durasnapsi frá Einari Waag frá kl. 18:00

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder