Mentan

 Vága Pensjónistafelag bjóðar morgunmat

Fyrstu ferð mikumorgunin 27. september kl 10.

2023-09-26 11:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Pensjónistafelagið fer nú aftur undir at skipa fyri tiltøkum fyri limirnar í vetur.. Sum nakað nýtt fara við at bjóða til morgunmat, fyrstu ferð mikumorgunin, 27. september kl. 10 í Bygdarhúsinum í Miðvági. Tá er eisini ætlanin, at vit hava hugnaløtu samstundis, har høvi verður at sita við stokkum, kortspæli og øðrum. Tit kunnu taka eina 20 kr. við.


Ætlanin er annars at skipa fyri tiltøkum okkurt kvøldið í oktober og november, og jólaveitsla verður sum vanligt er í desember.


Nevndin í Pensjónistafelagnum er eisini Eldraráð í Vágum. Ráðið hevur javnan fund við leiðsluna í Vesturvón, og komandi fundur verður 4. oktober. Ráðið kannar annars, um tað ber til at gera eina reingerðarskipan fyri eldri óhjálpin í Vágum.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder