2026-01-13 09:15
Tað hevur leingi verið friður á sosialu miðlunum hjá 07 Vestur, tá ið tað ræður um nýggjar leikarar – og sum vera man eru nógv spent upp á, hvat hendir.
Síðani kappingin endaði í oktober, hava vit arbeitt miðvíst við at finna røttu samansetingina av liðnum. Málið er eitt lið, ið sameinir lokalar leikarar við útlendskar, har vit ikki sjálvi megna at manna øll pláss.
Vit hava áður, við stórum hepni, givið ungum og evnaríkum leikarum úr grannalondum okkara kjansin á besta liðnum. Hvør minnist ikki Mads Borchers, Mathias Voss og Daniel Obbekjær – bara fyri at nevna nakrar.
Tíverri valdu teir at fara víðari, tá ið teir gjørdust profilar og størri feløg fingu eyguni upp fyri teimum. Hetta, saman við venjaraskiftunum seinnu árini, hevur gingið út yvir kontinuitetin í felagnum. Kontinuitetur er avgerandi, og tí hava vit valt at tryggja okkum, at allir leikarar, ið koma inn í felagið, binda seg í minst tvey ár.
Hetta merkir eisini, at vit í summum førum missa spennandi leikarar – men soleiðis er.
Tá ið tað gjørdist greitt, at Ari í Haraldsstovu Petersen og Filip Drinić ikki halda fram í felagnum, fóru vit undir at leita eftir nýggjum málmanni og verjuleikara.
Vit kunnu nú kunngera, at vit hava funnið tveir skikkaðar leikarar í Sebastian Dalby Wille og Oliver Klemensen Bødker.
Sebastian er ein spennandi, 1,99 m høgur málmaður við fortíð í m.a. Odense Boldklub og Horsens. Hann hevur eisini roynt seg á danska U16-landsliðnum. Við hæddini fyllir Sebastian nógv í málinum, og hann kann eisini brúka føturnar, um vit ynskja at spæla út frá verjuni.
Oliver Klemensen Bødker er ein skjótur og stabilur verjuleikari, ið er sera sterkur á bóltinum. Hann kann spæla bæði í høgru og vinstru síðu í miðverjuni. Oliver hevur fingið ein sterkan fótbóltsuppvøkstur í Lyngby og FC Nordsjælland og hevur umboðað Danmark á fleiri ungdómslandsliðum upp til og við U19.
Við hesum báðum undirskriftunum hava vit styrkt okkum á nøkrum plássum, har vit hava verið tunt mannaðir.
Vit ynskja Sebastian og Oliver hjartaliga vælkomnar á Dungasand og blíðar byr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald