Annað

1 árs fongsulsrevsing fyri at smugla kokain til Føroya

Føroya Rættur hevur í dag dømt eina 31 ára gamla kvinnu 1 árs treytaleysa fongsulsrevsing fyri at smugla kokain til Føroya.

2023-05-22 13:23 Author image
-
placeholder

 Kvinnan, ið er donsk, kom til Føroya við flogfari tann 5. mai 2023. Hon hevði uml. 100 gram av kokaini á sær, tá hon bleiv steðgað av tollarunum á flogvøllinum. Kvinnan bleiv handtikin av løgregluni og síðani framstillaði ákæruvaldið hana í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti, har hun bleiv varðhaldsfongslað til í dag, tá málið varð viðgjørt í Føroya Rætti.

Kvinnan játtaði seg seka. Ákæruvaldið metti, at hon skuldi hava minst 1 árs fongsulsrevsing. Hesum tók Føroya Rættur undir við.

Kvinnan tók við dóminum, sum hon skal sita beinanvegin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder