Vangamynd
Sum 1. meistari við “M/S Martin” hevur tú hesar førleikar:
- Sjóvinnubrævi sum skipsmaskinmeistari á 1. stigi, STCW reg. III/2
- Heilsuprógv & Trygdarskeið
- Skeið í eldsløkking og sløkkileiðslu
- Bátaføraraskeið
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur nakað av kunnleika til aling og ert áhugað/ur í at arbeiða við djórum og djóravælferð.
Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Eisini leggur tú stóran dent á gott samskifti innan- og uttanhýsis.
Vit bjóða
Talan er um starv hjá eini fyritøku í menning, har ídni, uppfylging og effektivisering eru lyklaorð. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.
Løn og setanartreytir
Arbeitt verður í vaktarskipan – 3 vikur umborð og 3 vikur í landi. Setanin er fevnd av sáttmálanum fyri Handilsskip ímillum Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið. Lønin er sambært avtalu og verður ásett eftir innanhýsis lønartalvu samsvarandi royndum og førleikum.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarleiðara, á tel 23 50 50, ella við t-brævi til [email protected].
Umsókn
Tú søkir starvið umvegis leinkjuna niðanfyri. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 18. september 2023.
Um okkum
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, lívfiski, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu og flutning. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoynni, Sandoynni og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki í Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.778 starvsfólk (ársverk).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald