Vinna

13 ferðaleiðarar fingið prógv

Á hugnaligari samkomu í mikukvøldið fingu 13 ferðaleiðarar handað prógv á Miðnámi í Vestmanna.

2022-06-22 20:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Hóast vánalig koyrilíkindi og Korona í vetur, hava tey møtt væl upp bæði til undirvísing um søgu, mentan, náttúru og framburð, og verið til fleiri spennandi útferðir og vitjanir.

Vit ynskja teimum øllum hjartaliga tillukku við prógv og vóna, at tað fer at gangast teimum væl í ferðaleiðarayrkinum.

Miðnám í Vestmanna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder