Mentan

Flaggdagurin í Reykjavík 2024

.

2024-04-26 20:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Tann Føroyski flaggdagurinn var hildin á Kjarvalsstöðum í Reykjavík í dag
í vakrasta veðri.

Tann  Føroyska sendikvinnan á Íslandi Hanna í Horni helt eina innbjóðingsrøðu,
Landstýriskvinnan Sirið Stenberg helt flaggdagsrøðuna.
Síðani flutti Døgg Nónsgjógv trýggjar sangir.

Ýmiskt gott var at fáa, Føroyski brellbitar og leskjandi drykkir,
tann turra grindin og spikið, skerpikjöt, og pylsa var sera væl dámt 
hjá gomlum Føroyngum búsitandi á Íslandi.
Viðfest eru fýra myndir:

*Hanna í Horni heldur innbjóðingarrøðuna.
*Sirið Stenberg flytur Flaggdagsrøðuna.
*Døgg Nónsgjógv syngur.
*Tvey fólk ættað úr Sandavági tosa saman, 
Hanna í Horni og Þorleifur Geirsson. 

Heilsan frá Borgarnesi
Þorleifur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder