Vinna

210.850 kr. til Team Rynkeby

Leygarkvøldið 11. februar var árligi galladøgurðin hjá okkum í Team Rynkeby. Døgurðin var aftur í ár á Hotel Føroyum, og útselt var til tiltakið.

2023-02-15 10:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Óluvá Zachariasen var borðstjóri, og hon leiddi borðhaldið væl. Gestirnir fingu framúr gott at eta og drekka alt kvøldið, og undirhaldið var eisini framúr gott. Tórshavnar Manskór sang fyri gestunum úti í gongini, fimleikarar hjá Havnar Fimleikafelag framførdu, og Jákup Petur Eliassen spældi klaver. ✨
Undir borðhaldinum var bæði fyrilestur og skemt frá Vísmonnum við Pál Weihe og Jóan Paula Joensen, felagssangur, sum Pætur á Borg leiddi, og tónleikur frá Hamradun, Vágaverk, Silvitni og Jens Marna. Harumframt hevði Óluvá Zachariassen kveikjandi og lívsjáttandi samrøðu við Høgna Kunoy Dávason, sum hevur cystiska fibrosu.
Kvøldið endaði við, at Guðrið Poulsen frá Hotel Føroyum handaði Trygva Kallsoy, liðskipara hjá Team Rynkeby, kekkin frá atgongumerkjasøluni. Upphæddin var 210.850 krónur.
Team Rynkeby Føroyar takkar hjartaliga øllum fyri eitt sera væl eydnað kvøld. Takk til Hotel Føroyar fyri samskipan, høli og arbeiðsmegi. Takk til Steingrund Akustik fyri ljóð; PM, OY, Føroya Bjór, Okkara, H.J. Hansen Vin, Landshandilin og Blikksmiðjuna fyri mat og drekka. Takk til Inn í Klaksvík, Blómuhúsið, Dadduna og Sendistovuna fyri prýði og aðra veiting. Takk til øll, sum undirhildu. Síðst, men ikki minst, stóra takk til øll, sum keyptu atgongumerki og harvið stuðlaðu søkini hjá Team Rynkeby

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder