Vinna

4 skip bíða eftir at sleppa at landa hjá Havsbrún

Havsbrún hevur tikið ímóti nógvum svartkjafti higartil í ár.

2022-01-19 22:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nógvur svartkjaftur er landaður til Havsbrún í Fuglafirði tað ið farið er av árinum, fiskiskapurin hevur verið góður higartil í føroyskum sjógvi, men tað viðførir at skipini mugu liggja í fleiri dagar og bíða eftir landingartørni.

Í løtuni landar Norðingur, ímeðan Ango, Borgarin, Christian og Arctic Voyager bíða eftir at sleppa framat.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder