Spyrjari: Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Føroysk matframleiðsla
Spurningar:
- Ætlar landsstýrið, at Føroyar verða sjálvbjargnar í matvøruframleiðslu?
- Hevur landsstýrismaðurin eina ætlan fyri at styrkja um føroyska matframleiðslu?
Viðmerkingar:
Seinastu árini hevur nógv verið frammi um stuttflutta matvøru. Tilvitið um, at vit skulu liva meira burðardygt, hevur stimbrað undir, at ymiskar smáar privatar framleiðslur av grønmeti verða gjørdar.
Í samgonguskjalinum verður millum annað skrivað: “Landbúnaðurin hevur bæði búskaparligan, mentanarligan og tilbúgvingarligan týdning, og í einari ótryggari tíð er týðandi at styrkja føroyska matframleiðslu.”
Í einum alt ótryggari heimi er neyðugt at hugsa um, hvussu Føroyar kunnu vera meira sjálvbjargnar við mati og matframleiðslu
Tí vera hesir spurningar settir
Tað hevði verið áhugavert at frætt, hvørjar tankar landsstýrismaður hevur um hesi viðurskifti.
Á Løgtingi, 18. september 2026
Fía Selma Nielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald