2023-11-20 09:00
Kosovo vann á ovaru borðunum, har teir høvdu telvarar við hægri styrkitali, og Føroyar vunnu á aftaru borðunum, har vit høvdu telvarar við hægri styrkitali.
Høgni var væl við fyrstu tjúgu leikirnar, tá tók so smátt at dragna, og eftir tað varð hann stútt og støðugt niðurspældur. Hetta er bara annað talvið, ið hann tapir í kappingini. Mótstøðumaðurin er nógv hin sterkasti í Kosovo. Hann hevur sitið á 1. borði í hinum dystunum, sum vit hava havt móti Kosovo - í 2015 og 2017 - men tær ferðirnar tapti hann fyri Helga Dam Ziska.
Martin stóð heldur ikki verri eftir fyrstu tjúgu leikirnar, men so kom eisini stígur í hjá honum. Hann fann ikki røttu leikætlanina, og leyp framav í álopsroynd, sum dømd var at miseydnast.
Rógvi var hin kringari í rokmiklum talvi. Brádliga viltist annar rókurin hjá Kosovo-manninum inn í fíggindans land, og Rógvi var eftir tað eirindaleysur í lívligum og undirhaldandi talvi.
John Rødgaard er nú rættiliga komin fyri seg, og telvar sum í gomlum døgum. Í gjár fekk hann fyrsta sigurin til høldar. Eitt flott posisjónelt kvalitetsoffur gav veteraninum fyrimun og gott spæl. Restin var teknikkur.
8. umfar (19. november) EM í Montenegro
Bo. | 37 | Kosovo | Rtg | - | 36 | Faroe Islands | Rtg | 2 : 2 | ||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
18.1 | IM | 2466 | - | FM | 2387 | 1 - 0 | ||||||
18.2 | FM | 2315 | - | FM | 2291 | 1 - 0 | ||||||
18.3 | 2216 | - | FM | 2254 | 0 - 1 | |||||||
18.4 | CM | 2200 | - | IM | 2281 | 0 - 1 |
Albania í síðsta umfari
Tað ber á brá at vera lagnunnar speisemi, at sama dag, sum Føroyar spæla EM-dyst móti Albania í fótbólti, er EM-dystur í talvi millum somu lond.
Føroyar hava tvær ferðir telvað móti Albania. Fyrri dysturin var á olympiaduni í Grikkalandi í 1988. Tá vunnu Føroyar óvæntað 2½-1½. 18 ára gamli Heini Olsen tryggjaði Føroyum sigurin á fjórða borði. Remis var á hinum borðunum. Á 1. borði telvaði John Rødgaard.
Annar dysturin var á talvolympiadu har eysturi í Kalmykia í 2010. Tá var úrslitið øvugt; Albania vann 2½-1½. Fremru borðini taptu - Helgi Dam Ziska og Olaf Berg - aftaru borðini fingu stigini; Carl Eli Samuelsen remis á 3. borði og Jóan Hendrik Andreasen vann á 4. borði.
Albania hevur verið favorittur í báðum undanfarnu dystunum, og tað eru teir aftur í morgin. Teir hava tríggjar altjóða meistarar á liðnum, og hava einstøk góð úrslit í hesari kappingini. Ein tepur 2½-1½ ósigur fyri sterka Kroatia man vera lutfalsliga besta úrslitið. Kosovo vunnu teir 3-1, men í dag vóru teir hepnir at vinna á Skotlandi. Skotar stóðu til at fáa fyrsta javnleikin í kappingini. Jonathan Grant sat á fjórða borði við púra upplagdari remisstøðu í endatalvinum, men á gátuføran hátt snávaði hann, og so vann Albania 2½-1½.
Føroyar hava bara Skotland aftanfyri seg, men vit og Albania eru javnir við fýra stigum hvør, og trý lið eru eitt stig fremri enn vit: Kosovo, Montenegro og Finnland.
Serbia ella Týskland
Alt bendir á, at antin Serbia ella Týskland fara at vinna EM. Londini, sum hava vunnið EM seinastu ferðirnar, eru ikki við. Tey eru Ukraina og Russland. Tey kríggjast nú á vígvøllinum ein óunniligari dyst enn á teimum 64 puntunum.
Hvørki Týskland og enn minni Serbia hava verið so frammarlaga sum nú. Jugoslavia var altíð í fremstu røð í talvi, men eftir at samveldið syndraðist eftir borgarakríggið á Balkan í 90-unum, stóðu serbar í fleiri ár í skugganum av Bosnia-Herzegovina og Kroatia - fyrstu árini gjørdi Bosnia bart við eitt nú OL-silvuri í 1994. Oddamenninir vóru Føroyavinirnir Predrag Nikolic og Ivan Sokolov.
Men nú eru serbarnir aftur í fremstu røð. Kríggið í Ukraina spælir tó ein týðandi leiklut í hesum serbiska framlopinum. Russiska innrásin hevur fingið fleiri russiskar stórtelvarar at flýggja og seta búgv í øðrum londum. Tveir av hesum muna væl á serbiska landsliðnum nú í EM. Aleksandr Predke og Alexej Sarana sótu á báðum fremru borðunum hjá Serbia í toppdysti móti Onglandi í dag. Og nýggjur á 1. borði hjá Onglandi er annar russiskur stórtelvari - Nikita Vitiugov.
Týskarar hava fingið eitt nýtt ættarlið av ungum telvarum fram. Oddamaðurin er Vincent Keymer úr Mainz. Ein annar er Rasmus Svane úr Lubeck. Hann er føddur í Danmark, pápin er dani og mamman týsk, eftir fyrstu árini í Danmark flutti familjan til Týsklands. Svane tryggjaði Týsklandi sigurin í dag á Fraklandi eftir at hini trý talvini endaðu jøvn.
Serbar vunnu 2½-1½ á Onglandi. Trý remis, men serbar vunnu á 4. borði. Hví Ongland brúkti eykamannin í hesum týðandi lykladysti er at undrast á, men tað kostaði teimum sigurin og møguleikan at vinna EM.
Norra og Ísland
Norra vann í gjár flottan sigur á Hollandi. Magnus Carlsen avgjørdi dystin á 1. borði - hini trý endaðu jøvn. Noreg hevur nú togað seg fram millum fremstu tíggju londini í EM.
Og Ísland fekk úrslitið, sum teir fara at dusa sær í eina góða løtu - 2½-1½ á Danmark. Hjørvar Steinn Grétarsson var stóra hetjan. Hann vann prestisjudystin á 1. borði móti sterkasta dananum, Jonas Buhl Bjerre. Á hinum borðunum var remis.
Íslendingar vóru ógvuliga treystir, tí allir stóðu heldur kroystir eitt skifti. Leingi var líkt til, at Jesper Thybo Søndergaard fór at vinna á 3. borði, men Gudmundur Kjartansson stríddist manniliga, og eftir 136 leikir endaði talvið loksins remis - og so hevði Ísland vunnið.
Nøkur úrslit í dag:
Týskland - Frakland 2½-1½
Serbia - Ongland 2½-1½
Rumenia - Kroatia 1½-2½
Armenia - Grikkaland 2-2
Norra - Holland 2½-1½
Svøríki - Ungarn ½-3½
Danmark - Ísland 1½-2½
Sveis -Finnland 2 - 2
Albania - Skotland 2½-1½
Topp 5
Serbia 13
Týskland 13
Ongland 11
Armenia 11
Kroatia 11
9 og síðsta umfar (20. november)
Týskland - Kroatia
Serbia - Grikkaland
Ongland - Armenia
Norra - Kekkia
Svøríki - Ísrael
Ísland - Turkaland
Danmark - Eysturríki
Finnland - Belgia
Føroyar - Albania
Dystirnir byrja klokkan 14 okkara tíð. Leinki til øll borðini sæst á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald