Vinna

Aftursvar til Eivind Jacobsen

-

2022-01-13 13:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Roknistykkið hjá mær, sum Eivind sipar til, er alt annað er óviðkonandi. Hatta eru fakta tøl, eitt veruligt uppgerilsi hjá einum føroyskum reiðaríið reiðaríið,

Fyrst av øllum, so skrivaði eg at uppgerilsi er frá í 2019, áðrenn sáttmálin, um at kvotakeyp og tilfeingisgjald bleiv undirskrivaður sum loyvdur frátráttur. 
Kvotakeypi sum Eivind sigur er loyvdur frádráttur, er nú ikki allur sannleikin heldur. Eg eri væl vitandi um hvat galdandi sáttmáli sigur. Hóast Jan Højgaard sigur seg ongantíð hava góðtikið nakað tilfeingisgjald, so er tað Jan Højgaard sum hevur undirskrivað sáttmálan, og ikki Mortan Berjastein.
Og áðrenn sáttmálin í 2019 bleiv undirskrivaður, skuldi allur loyvdur frádráttur ganga av óbýttum, júst soleiðis sum eg vísi til í mínum roknistykkið.

[object Object]

 Víðari skrivar Eivind Jacobsen, "Næstformaðurin tók orðið og fortaldi, at undir sáttmálasamráðingunum í 2019 tosaðu hann og Mortan saman. Víðari segði hann, at Mortan segði nei at leggja flotan og Mortan hevur tí gjørt ta avtalu, sum enn er galdandi. Aftaná at Mortan er farin úr nevndini, hevur hon samrátt seg til at í mesta lagið 2 krónur skulu dragast frá og ikki 6,10, sum dømi hjá Mortan vísur." Her kann eg bara vísa til sáttmálan, síðu 11 https://fiskimannafelag.fo/wp-content/uploads/2021/08/Sattmali_FR_og_Manningarfelogini_2020.pdf

At eg havi verið við til at gjørt galdandi avtalu, er ósatt. 
Eg var til einar samráðingar í 2019, tað var dagin semingsmennirnir komu úppí. Hvør annar í nevndini hevði verið við til samráðingarnar, tað veit eg ikki, men tá semingsuppskotið kom á borið, stóð onki um nakra eftirløn, ikki eitt orð, hóast eg sjálvur hevði gjørt eitt upplegg um eftirlønina til samráðingarnar. Eftirlønina vóru teir blivnir samdir um, var svarið, tá spurt bleiv eftir eftirlønini. Jú teir vóru blivnir samdur um at fáa 5 krónur meira um dagin í eftirløn. fyri hvønn mynstraðan dag.
Um Sámal hevur sagt gott fyri tí, veit eg ikki, kanska var hann við til loyniligu samráðingarnar um eftirlønina??
Eg skuldi sjálvur á trygdarskeið mánadagin eftir fyrstu semingsroyndina, og spurdi tí formannin, Jan Højgaard, um eg skuldi útseta trygdarskeiðið, so eg kundi vera vil til samráðingarnar víðari. Til tað svaraði hann, nei far tú bara á trygdarskeið, her er so langt millum partarnar - og tað var tað eisini - at tað verður onki undirskrivað enn á sinni.
Mánadmorgunin eftir fór eg á Trygdarskeið í Klakksvík, og á middegi var sáttmálin undirskrivaður.

Viðnerkingin hjá Eivind kann lesast beint undan hesi greinini.

Mortan Berjastein

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder