Vinna

Akraberg kemur heim úr Barentshavinum

Akraberg, sum hevur verið í Barentshavinum, kemur á Fuglafjørð um 10 tíðina fyrrapartin í morgin.

2022-12-28 21:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Akraberg hevur 880 tons, nú er kvotan fyri í ár øll fiskað.

Akraberg fór avstað 27 oktobur, so túrurin verður júst tveir mánar, tá ið teir koma á Fuglafjørð í morgin, teir skulu landa í Fuglafirði.

Teir eru 24 mans við Akraberg hendan túrin, skipari er Erland Olsen.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder