Mentan

Allahalganna sálmur

.

2025-11-13 16:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


John Myllhamar hevur sent okkum hesa yrkingina:


Allahalganna sálmur


ag: Lat hurðar upp ger borglið breið

Nú allahalgan komin er,
vit líta móti hini verð,
har halga liðið syngur hátt
lovsong til Guð av øllum mátt.

Tað liðið er eitt ótalt tal,
sum fyllur allan himnasal.
Kring lambsins trónu standa øll
í ljósu, føgru dýrdarhøll.

Lovsongurin av lágu ong
seg blandar við Guðs einglasong.
Sum brimi dunar bergi í
har rungar tøkk um alla tíð

Í somu kirkju foldum á
tey eru, sum við trónu stá *
Men kámt og skýggja millum er
ta lágu fold og himnaverð

Kring altarborðið knæfall er,
ið bara hálvan ringin ger.
Hin partin einki eyga sá
bert ævinleikin kann tað sjá.

O, frelsari vit biðja teg,
leið kirkjuliðið lívsins veg;
og fjølment savnast halgidag
við altarborð og skírnarbað.

Ein dag við leggjast til ta fjøld,
sum fylti himin øld um øld.
Har lovsongur ei tagna skal
frá sælum tungum utt

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder